Nýggj tryggingarskipan fyri bileigarar!

Viðmerkingar og fyrispurningur:

Nýggj tryggingarskipan fyri bileigarar!

Tryggingarfelagið Føroyar setir nýggja tryggingarskipan í gildi fyri bileigarar. Men onki verður sagt um automatiskt virkandi tryggingargjaldshækkanin verður sett úr gildi

Tryggingarfelagið Føroyar setir frá 1. februar nýggja tryggingarskipan í gildi fyri bileigarar. Henda skipan er samansett av 7 valmøguleikum fyri bileigarar frá verandi trygging fyri ábyrgd til verandi trygging fyri skrokk við øktum dekningi.

Alt gott at siga um hesa nýggju skipan, men tað sum hevur størri týdning fyri einstaka bileigaran er at fáa at vita, um automatiskt virk-andi tryggingargjaldshækkanin, sum Tryggingin hevur havt í gildi síðan 1992 framvegis verður verandi í gildi.

Hendan skipan virkar soleiðis, at allir bilar frá 1992 og yngri gjalda tað, sum var ætlað nýggjum bilum og allir bilar, eldri enn 7 ár, gjalda eitt tryggingargjald fyri 7 ára yngri bil.

Í seinasta faldara, sum kom út í 1992, nevnir Tryggingin ikki aldurin á bilinum, men harafturímóti smíðiárið. Tá ið sæð verður burtur frá einum møguligum innvunnum bonusi, so skal ein bilur frá 1992, sum var spildurnýggjur í 1992, men í 1999 er 7 ára gamal, kortini gjalda tað sama, sum er galdandi fyri ein spildurnýggjan bil, keyptur í 1999, tí bilurin framvegis er frá 1992! Og ein bilur frá 1985, sum í 1992 var 7 ára gamal, skal framvegis gjalda tað sama, sum var galdandi fyri 7 ára gamlan bil, hóast hann nú er vorðin 14 ára gamal, tí hann sjálvsagt eisini framvegis er frá 1985!

Heldur henda skipan fram, ganga bert nøkur fá ár, til allir bilar, óansæð aldur, gjalda sama tryggingargjald, sum um teir vóru spildurnýggir. Og fært tú endurgjald fyri gamlan bil, sum um hann var nýggjur? Nei.

Hetta kann kallast ein »automatiskt virkandi snýtisskipan« av biltryggingartakarunum, sum virkar við tað, at Tryggingin onki ger við at geva út nýggjan faldara. Hvat tryggingargjaldið er hækkað hvørt tað einasta ár síðan 1992 er ikki smá-vegis?

Tí fer Tryggingarbati at spyrja Jens P. Arge, forstjóra í Tryggingarfelagnum Føroyar, um henda skipanin framvegis kemur at verða í gildi?

Eisini fara vit at spyrja Chr. Nielsen, forstjóra í Trygd, um biltryggingarskipanin, sum Trygd fer at seta í gildi frá 1. mars, verður ein »automatiskt virk-andi snýtisskipan« ella hon ikki verður tað?

Biðið verður um alment svar frá bæði Tryggingarfelagnum Føroyar og frá Trygd í bløðunum, tí hesi svar uttan iva koma at verða ein viðvirkandi grund, tá ið bileigarar eftir 1. mars hava valmøguleikan millum at tekna trygging í Tryggingarfelagnum ella í Trygd.

Vinarliga,


   Tryggingarbati

   John Petersen, form.