815 grindahvalir og 415 springarar

Árið í fjør var ikki av teimum heilt grovu árunum til grind

Eitt yvirlit frá Føroya Náttúrugripasavni vísur, at í fjør løgdu 12 grindir beinini í Føroyum.

Av teimum vóru átta grindir við tilsamans 815 grindahvalum uppá tilsamans 6.001 og 1/2 skinn, ella 30 gyllin og 1 og 1/2 skinn

Hinar fýra grindirnar vóru við hvítskjórutum springarum, tilsamans 438 í tali.

Yvirlitið hjá Náttúrugrindasavninum vísur, at størsta grindin í fjør var eisini tann fyrsta.

Tað var grindin í Hvalba, har 251 grindahvalir uppa tilsamans 1.248 og 1/2 skinn løgdu beinini.

Størsta gdindin við springarum var eisini í Suðuroy. Tað var grindin tann 22. september, tá ið 219 hvítskjórutir springarar løgdu beinini.

Talvan vísir annars, hvar grindirnar doyu, nær og, hvussu stórar tær vóru.


Grindir 1998

???????????????????????????????????????????????????????????????????

Dagur Hvalvág Hvalir Skinnatal Slag

???????????????????????????????????????????????????????????????????

15. juli Hvalba 251 1.248 1/2 grindahvalir

23. juli Bøur 54 410 grindahvalir

24. juli Sandavágur 66 448 grindahvalir

27. juli Fámjin 167 hvítskjórutir springarar

29. juli Hvannasund 170 1.488 grindahvalir

30. juli Gøta 111 1.097 grindahvalir

28. juli Hvannasund 49 406 grindahvalir

13. sept.Fuglafjørður 16 hvítskjórutir springarar

22. sept.Tvøroyri 219 hvítskjórutir springarar

22. sept.Hovsfjørður 36 hvítskjórutir springarar

2. nov. Sandur 59 577 grindahvalir

25. nov. Hvalvík 55 327 grindahvalir

???????????????????????????????????????????????????????????????????

Tilsamans 8 grindir við 815 grindahvalum upp á 6.001 1/2

skinn ella 30 gyllin og 1 1/2 skinn

???????????????????????????????????????????????????????????????????

Tilsamans 4 grindir við 438 hvítskjórutum springarum