Gleði og gleimur í Norðurlandahúsinum og í stovum kring alt landið, soleiðis sum hetta serliga høvið er ætlað og býður til. Hjá okkum, sum bæði sluppu at hoyra konsertina seinnapartin og seinni at sita framman fyri sjónvarpsskíggjan við eisini útvarpinum frá, gjørdist upplivingin helst ikki veikari enn hjá teimum, sum upplivdu frálíka nýggjársrómin í konserthøllini um kvøldið.
Ikki munnu okkara tónleikarar leggja upp til at kappast við filharmonikararnar í Wien, haðan fyrimyndin er, men ivaleyst mundi árinið á føroysku fólkasálina verða ólíka sterkari at hoyra hesar wienartónar tónar úr egnum umhvørvi enn úr sjálvum tí glæsiliga Musikverein-salinum í Wien. Jú, hetta var eitt professionelt tiltak. Væl høvdu Martin og hansara musikarar fingið burúr stutta skotbráinum, mergjað og reystliga dundi »Ódn«-in fjølmenta manskórinum, vøkur var myndin úr prýdda salinum, og væl eru teknikararnir komnir á lagið, bæði teir, sum stýrdu myndatólunum og teir, sum settu upp mikrofonirnar.
Endurljóðið bæði millum manna og í bløðunum aftaná hevur eisini væl givið til kennar, at hetta er siðvenja, sum vit øll eru fegin um. Kortini eiga vit ikki at lata henda løtuliga nýggjárgessin taka okkum av fótum og geva okkum ta fatan, at her stendur so væl til í okkara tónleikalívi, sum hendan konsert hevur verið tikin sum tekin um.
Tað er gott, at Føroya Symfoniorkestur, flaggskipið í okkara tónleikaheimi, í samvinnu við útvarp, sjónvarp og Norðurlandahúsið um hetta høgtíðarmundið gevur fólkið um alt landið høvi til í slíkari fagnaðarstund at hoyra tónleik, sum fellur øllum væl í oyru.
Men sum alvi Føroya Musikkskúla hevur orkestrið ikki minst ta uppgávu at kveikja áhuga hjá komandi tónleikaættarliðum og at skapa trivnað hjá teimum yrkismusikarum, føroyingum sum útlendingum, ið úr ríkari tónleikaumhvørvum eru komin higar til lands at byggja upp eitt framkomið tónleikalív í hesum oyggjum.
Tað er tí so umráðandi, at arbeiðslagið hjá symfoniorkestrinum fæst í trygga og støðuga legu. At gera nøkur kostnaðarmikil upsatøk upp undir konsertir 2-4 ferðir um árið og so annars at mega leggja stilt í mánaðar er ikki nøktandi. Ein fragd er tað at uppliva Jens Chr. Guttesen við einum støðugt vaksandi bólki av cellonæmingum uttan um seg í symfoniorkestrinum, eisini aðrir lærarar fáa her váttað slík gleðilig úrslit av sínum dagliga arbeiði í musikkskúlanum; men við bara at venja soleiðis í herðindum fær symfoniorkestrið ikki havt tað árin á tónleikamenningina, sum her annars er besti møguleiki til.
Hetta gevur heldur ikki okkara professionellu musikklærarum nóg væl høvið til at lata sítt musikarapotentiale koma livandi tónleikalívinum í landinum til gagns og ta avbjóðing, sum hjá teimum krevst fyri at kunna varðveita og menna sín dýrtvunna spæliførleika.
Eitt regluligari arbeiðslag við fleiri konsertum hevði eisini gjørt sítt til, at fólk betri fingu atstøður til at hoyra og læra at virðismeta klassiskan tónleik, sum má sigast so rættiliga at vera við skerdan lut í okkara loftmiðlum.
At rúmari fíggjarkarmar eru fortreyt fyri øktum aktiviteti er eyðsæð. Veit, at orkestrið liggur framvið at fáa hækkað sína peningajáttan frá landinum, og væl hevði verið, um fíggjarumstøður vóru til tað; men illa dugi eg at ímynda mær, at hetta er ein gongdur vegur.
Føroya Symfoniorkestur fær í sín part, sum er, tillutað triðingin av allari landsins játtan til tónleikavirksemi, og tá er eisini stuðulin til føroyskan dans uppií. Skal ein hækkan gera mun til regluligt arbeiði hjá orkestrinum alla vetrarhálvuna, má talan í minsta lagi verða um eina tvífalding av verandi stuðli úr landskassanum. Hvussu nógv verður tá eftir til alt annað tónleikavirksemi í landinum, um ikki politiski hugburðurin til tónleikamentan skal broytast heilt radikalt?
Í øðrum londum er tað vanligt at spælandi virksemi er partur av arbeiðssetninginum hjá musikklærarum. Soleiðis hevur Svøríki sínar regiónsmusiker og Noreg sínar distriktsmusiker, ið við upp til helvtarbýti fremja bæði undirvísing og egði spæl við konsertum. Eisini í donskum musikkskúlum eru dømi um sameining av professionellum musikaravirksemi og undirvísing.
Tað man sostatt ikki vera nakað órímiligt hugskot, at vit her í Føroyum, sum so at siga onki professionelt klassiskt tónleikalív hava, settu musikklærarar í starv við eisini spælimøguleika og spæliskyldu. Ikki skal her í almennum blað verða komið inn á nærri útgreiningar, men eg eri sannførdur um, at við slíkari loysn fingu musikklærararnir tryggari og betri kor og teir dúgligastu næmingar musikkskúlans betri høvi til at ment seg í framkomnum tónlistaumhvørvi. Fylgdu tá tær treytir við, at FSO eisini í ávísan mun skuldi vitjað út um landið, gjørdist orkestrið av sonnum eitt landsins symfoniorkestur, sum tónleikahugað víða hvar høvdu glett seg til innímillum at sleppa at hoyra og fáa íblástur frá á staðnum.
Ólavur Hátún