Sambandsmaður á sjálvræðiskós

? Hann er sambandsmaður og sigur, at í Føroyum skulu føroyingar ráða.

? Hann græt innantanna hvørja fer hansara navn ikki stóð á listanum, tá landsliðið skuldi á vøll.

? Hann hevur sína egnu fyritøku, ið aftan á stívliga eitt ár á marknaðinum hevði ein umsetning upp á 130 milliónir krónur.

? Hann ætlar sær at venja aftur í ár við HB ? kanska hann røkkur dysti nummar 300.

? Hitt mannin í stólinum hesa vikuna ? Kaj Leo Johannesen

Niclas Johannesen


Tað var í september 1997, at Farex sá dagsins ljós í gamla Saltsølubygninginum í Havn. Tveir ungir mans ? um enn gamlir kenningar í søluvinnuni ? fóru fyri seg sjálvar at keypa fisk frá føroyskum framleiðarum og selja hann víðari uttanlands. Øll byrjan er trupul, og onkur mundi hugsa, ?ná, ja. Aftur ein kjallarafyritøka, og hvat so??.

Ja, hvat so. 130 milliónir krónur í umsetningi er ið hvussu er nógvir pengar um diskin hvønn dag. Og áðrenn tú visti av, var Farex flutt í nýggj høli.

Og tað er ikki sørt, at tú gerst bilsin, tá tú kemur á gátt í Niels Finensgøtu. Her er stílur í. Stórir málningar hanga á vegginum, og langa fundarborðið í snotuliga fundarhølinum smæðist ikki burtur.

Tað hevur Kaj Leo Johannesen nú heldur ongantíð gjørt. Hann stovnaði saman við Róa Egholm fyritøkuna Farex. Hann dylir ikki fyri, at hetta er stuttligt. At hava sína egnu fyritøku, aftan á at hava arbeitt við at selja fisk fyri onnur í úti við tíggju ár. Men at tað gongur strálandi fær tú ikki Kaj Leo Johannesen at siga. Hann hevur annars ongantíð verið bangin fyri at úttala seg. Heldur ikki sum málmaður fyri HB og landsliðið. Og so fór hann jú eisini upp í politikk, kom sum eykamaður á ting fyri Sambandsflokkin, og nú situr hann í býráðnum eisini. Er formaður í mentamála nevndini og næstformaður í sosialu nevnd.


Eg eri eg

Sølumaður, politikari, fótbóltsspælari ? Hvussu vilt tú helst vera kendur aftur av fólki?

? Eg vil vera kendur fyri tað sum eg eri. Vónandi ein góður miðal hampa føroyingur, ið dámar væl at tosa við menniskju ? øll menniskju. Líka so væl gøtusóparan sum stjóran, eg síggi fullkomiliga stórt upp á, hvønn status fólk hava. Men sjálvandi, tað er torført at úttala seg um seg sjálvan. Sjálvur haldi eg, at eg eri fyrikomandi og blíður. Samstundis veit eg, at onkur kanska heldur meg vera arrogantan. Tað dugi eg slettis ikki at skilja. Tað er kanska tí, eg trúgvi ov nógv upp á meg sjálvan og tað, sum eg geri. Sølumaður, politikari ella fótbóltsspælari?? Eg vil vera kendur fyri at vera menniskja ? sum hinir 45.000 borgararnir í hesum landi. That?s it!

Tú er sambandsmaður. Hvat fekk teg at velja Sambandsflokkin, tá tú fór upp í politikk?

? Ótrúliga nógv fólk spyrja meg júst handan spurningin, og siga, at tey hava ilt við at síggja meg sum ein sambandsmann. Um orsøkina til, at eg fór upp í Sambandsflokkin kann í stuttum sigast, at flokkurin stóð fyri eini liberalari linju, ið eg sjálvur gangi inn fyri. Og sera týðandi var tað eisini, at flokkurin gekk inn fyri at hava eitt portur opið til útheimin ? her hugsi eg serliga um ES. Flokkurin tóktist snøgt sagt at vera tann mest moderniseraði flokkurin. Lat meg so leggja aftrat, at um sambandsmaður merkti tað sama sum, at vit skulu ikki ráða í okkara egna landi, so eri eg ikki sambandsmaður. Eg gangi fult inn fyri, at í Føroyum skulu føroyingar ráða. Hetta má vera útgangsstøði, men samstundis mugu vit ikki gloyma, at tað tíverri ofta er kapitalurin ið avger meira enn vit halda. Hetta er ikki bara í Føroyum, men í øllum heiminum, at pengar hava fingið valdið á mannahugsanini. Og har haldi eg, tað er okkara skylda altíð at stríðast fyri, at alt valdið ikki savnast í einum stað. Tú kanst siga, at eg eri ein sosialur liberalistur. Menniskja er altíð tað týdningarmiklasta.


Liviðstøðið størst týdning

Hvat heldur tú so um fullveldisætlanina?

? Fyri meg snýr politikkurin her í landinum seg fyrst og fremst um livistøðið hjá tí einstaka borgaranum. Vit hava jú sjálvi upplivað, hvussu leikur fer, um livistøðið lækkar við einum 10-20%. So flyta 7000 føroyingar av landinum. Tað hevur søgan víst okkum. So hetta er tað týdningarmiklasta fyri meg. Ríkisstuðulin er á mangar hættir lyklapunktið í búskaparliga orðaskiftinum, og har gleði eg meg til niðurstøðuna hjá nevndini, ið er sett at koma við eini frágreiðing um búskaparligu viðurskiftini, um ríkisstuðulin ikki longur verður í føroyska búskapinum. Sjálvur haldi eg, at tann ríkisstuðulin Danmark letur okkum er alt ov lítil. Talan er jú um eina handilsdispositión hjá tí danska ríkinum. Her er ikki talan um danskar olmussur mótvegis okkum neyðars føroyingum. Hugsa tær, hvussu týðandi tað er fyri Danmark í altjóða politikki, at danska ríkið fevnir bæði um Føroyar og Grønland og røkkur heilt í Norðuratlandshavið. Hetta skal ikki undirmetast, og tað er tí eg sigi, at danski ríkisstuðulin er ein handilsdispositión. Føroyingar fáa pengar, tí tað loysir seg hjá Danmark at hava Føroyar sum part í teirra ríkið. Samstundis merkir hetta ikki, at vit eru undir Danmark, tá tað kemur til hvør skal avgera, hvussu vit liva í Føroyum. Men hetta er jú rættiliga fløkjasligt, prátið um fullveldið, sjálvstýrislóg ella heimastýrislóg. Kortini má eg siga, at eg haldi Høgni Hoydal hevur gjørt eitt gott arbeiðið. Hann er seriøsur, veit hvat hann vil. Og mest av øllum: Hann arbeiðir fyri sakini, fer ikki eftir persónum, og tað respekteri eg hann almikið fyri. Hinvegin eri eg stórliga vónsvikin av tí politiska mótspælinum, hann hevur fingið.


Dystarmet í HB

Mong seta teg helst í samband við fótbólt. Tú ert uppvaksin í HB ? hvussu týðandi er Havnar Bóltfelag fyri teg?

? Eg byrjaði í HB, tá eg var seks ára gamal, men bleiv blakaður heim, tí eg var ov ungur, og so byrjaði eg árið eftir sum sjey ára gamal. Tað, sum altíð hevur tiltalað meg við HB er hetta at vera saman við fólkið, ið vil vera best! Tað tiltalar meg øgiliga nógv. Hetta við ?tab og vind med samme sind? hevur ikki verið galdandi. Kortini hevur sosiala samveran eisini verið øgiliga góð.

Kaj Leo hevur dystarmetið í HB. Hann hevur verið 297 ferðir í HB troyggjuni í alment skrásettum dystum. Og hann manglar sostatt bert tríggjar dystir upp til magiska talið 300.

? Sjálvur haldi eg, at 297 er eitt vakurt tal. Um eg fái fleiri dystir, tað fer tíðin at vísa. Eg farið so at venja einar tríggjar fýra ferðir um vikuna í ár. So kanska eg fái onkran dystin, um boð vera eftir mær.

Hinvegin er tað rættiliga vist, at boð vera ikki longur eftir Kaj Leo í landsliðshøpi. Hann var við øll árini, tá landsliðið fór á flog í Landskrona. Kortini var hann fyri størsta partin eykamaður. Kaj Leo er skrásettur at hava leikt sjey landsdystir.

Heldur tú sjálvur, tú fekst nóg nógvar dystir millum stengurnar í landsliðshøpi?

? Sjálvandi hevði eg ynskt at havt fingið fleiri dystir. Men í so máta er málmansposturin sera útsettur. Har er bert pláss fyri einum. Og eg minnist, hvussu ótrúliga vónbrotin eg var, hvørja evigu einastu ferð mítt navn ikki stóð á talvuni. Eg græt innantanna.

Mest vónbrotin var Kaj Leo, tá hann í fekk kjansin í dystinum Føroyar-Belgia, og var kosin besti føroyski leikarin. Hann fekk kjansin móti Kypros aftan á, men var síðani settur av liðnum.

? Eg var vónbrotin. Eg minnist, at eg rópti hart, og míni úttalilsi komu í bløðini. Hevði tað verið í dag, so hevði eg nokk ikki farið út alment við, hvussu vónsvikin eg var. Tað hevur tíðin lært meg. Hinvegin so skilti eg so ómetaliga væl, hvat Jákup Mikkelsen føldi, tá hann segði í útvarpinum eftir ein branddyst, at slapp hann ikki at byrja inni, so gavst hann á landsliðnum. Eg skilti hann øgiliga væl, tí eg visti, hvat fór ígjøgnum hansara høvd.

? Tá tú ert við landsliðnum er talan um eitt øgiliga hart programm. Og kappingini er knallhørð. Samstundis respekterar tú hvønn annan høgt. Eg hevði ? og havi framvegis ? stóra virðing fyri Jens Martin Knudsen, bæði sum menniskja og málmanni, og eg rokni við, at hann hevur somu kenslur móti mær. Tá tú arbeiðir so hart saman, og kappast samstundis, so vita báðir, hvussu nógv stríð liggur aftan fyri, og harvið sprettir eisini tann djúpra virðingin fyri hvørjum øðrum.

? Fyri at venda aftur til spurningin, so eri eg glaður fyri teir sjey landsdystirnar, men hevði sjálvsagt onki lagt í, um talið var størri.


Skúling á havinum

Kaj Leo vil ikki klaga. Vísir sjálvur á harða, men rættvísa skúlan hann fekk undir New Foundlandi, har hann var 4 ár til skips við línubáti. Síðani gekk leiðin á stýrimansskúla, og sum 21 ára gamal var Kaj Leo skipsførari. Hann sigldi úti í tvey ár, var feriuavloysari eina summarfrítíð hjá Reyni Service. Her kom hann í samband við nógv fólk, og tað dámdi honum væl. Endin var, at tá hann skuldi fara avstað aftur fekk hann eitt gott tilboð ? ?Eitt tilboð, eg ikki kundi siga nei til? ? og so gjødist Kaj Leo aftur landkrabbi og fór at spæla fótbólt av álvara. Í 1989 fekk hann tilboð frá Faroe Seafood um at koma at selja svartkalva til Taiwan, samstundis sum hann skuldi hjálpa til við at uppbyggja eina feskfiskadeild, og seinni seldi Kaj Leo til teir stóru kundarnar hjá Fiskasøluni.

Hann upplivdi skiftistíðina, fyrst tá Birgir Danielsen takkaði fyri seg, og so virkaði Kaj Leo fyrst undir Bjarka Mohr og síðani Niels Sørensen.

Í 1995 fekk Kaj Leo tilboð frá Kósini um at vera við til at uppbyggja søluna hjá Kósini. Og har var Kaj Leo í tvey ár, inntil hann saman við Róa Egholm stovnaði sína egnum fyritøku Farex.

Og her sita vit so. Og Kaj Leo klagar ikki.

? Eg havi altíð verið tiltalaður av tankanum um, at byrja við ongum, og so arbeiða seg upp. Havi upplivað, hvussu ymiskir útlendskir kundar, sum tú handlar við blíva heilt nostalgiskir og sentimentalir, tá teir í sínum stóru skrivstovuhølum byrja at siga frá, hvussu teir byrjaðu við ongum, og hava stríðst seg upp. Tað er ein sjarma við tí.

? Tá tú hevur tína egnum fyritøku so slepst ikki undan, at arbeiðið gerst uppaftur meira persónligt, og dagarnir kunnu gerast sera langir. Og hetta er jú ein turbulent vinna. Tað er týðandi at hava bæði beinini á jørðini, tí bara ein bilur við frystum vørum inniheldur eitt virðið upp á eini 700-800.000 krónur. So tað er skjótt, tað kann ganga galið. Men vit skulu ikki klaga.

Tú ert eisini kommunalpolitikari. Til síðst. Hvat er tað týdningarmiklasta málið at fáa loyst hjá Tórshavnar Býráð?

Ja? Hatta er ein torførur spurningur. Yvirorðnaða málið má væl altíð vera at hava fleiri inntøkur enn útreiðslur. Men skal eg taka eitt ítøkiligt mál, so má tað vera barnaansingin. Hetta er jú ein alstórur trupulleiki, sum býráðið ger nógv fyri at fáa loyst. 95 milliónir krónur vera brúktar á hvørjum ári til barnaansing. Samstundis er onki at ivast í, at hetta er ein góð íløga fyri Havnar kommunu, tí orsøkin til at fólk senda børnini í barnaansins er, at tey arbeiða, og harvið rinda skatt til kommuna.

Hóast Kaj Leo viðurkennur, at kommunan hevur eina ábyrgd, so leggur hann aftrat og sigur, at tað er ikki kommunan, ið hevur føtt børnini, og hann vísir á, at tað er næstan ómøguligt hjá kommuni at fylgja við barnaansingartørvinum, tí býurin veksur so skjótt.

? Men fyri meg er tað altýðandi at børn og gomul hava tað gott. Tað eru tey vit skulu brúka mest kreftir uppá. Øll vit onnur skulu nokk klára okkum, um vit eru birg og frísk. Vit eru meira sjálvbjargin.


Kaj Leo um:

Birgir Danielsen:


»Ein leiðari. Hann setir respekt um sín persón. Sum stjóri var hann nógv avhildin, eitt menniskja fólk vóru góð við, men sum fólk kortini dámdu at brúka sum Prügelknabe fyri Føroya støðu. Ein maður, eg metir høgt sum menniskja.«


Edmund Joensen:


»Ein øgiliga siðiligur maður. Hann hevur við stórum hegni skapt sína egnu fyritøku ? Rækjuvirkið á Oyri. Og hann er ein persónur, sum er ringur at taka á fótum.


Høgni Hoydal:


»Ambitiøsur, ungur politikari, sum er skilagóður og væl upplýstur. Hansara mál er sakin og ikki persónurin. Higartil hevur hann ikki fingið serliga kvalifiserað mótspæl til fullveldisætlanirnar. Eitt skilafólk.«


Adolf Hitler:


»Eitt menniskja, heimurin kundi verið fyri uttan, men sum samstundis fær eyguni upp fyri, hvussu skroypulig vit mennisku eru, tá ein maður sum Hitler kann gerast fyrimynd hjá milliónum. Massapsykologi og massahysterí er eitt tað mest andstyggiliga í hesi verð. Vónandi verður ongantíð aftur eitt individ sum hann føtt her á fold.?


Spice Girls:


»Fullar av lívi. Hava skapt eina ótrúliga marknaðarføring burtur úr rotthalum, sangi og stuttum niðurdeilum. Um Farex kom upp á knøini á teimum í marknaðarføring, so hevði staðið væl til í Føroyum.?