Meginfelag Útróðrarmanna hevur nú gjørt av at biða sakførara kanna málið um Frøyanes.
Hetta varð avgjørt á nevndarfundi í Meginfelag Útróðrarmanna nú um vikuskiftið.
Chris Michelsen, formaður í Meginfelag Útóðrarmanna, sigur, at felagið fer at lesa lógina um vinnuligan fiskiskap saman við sakføraranum fyri at fáa eina meting av um lógin er fylgd í sambandi við fiskiloyvi til Frøyanes.
Hann sigur, at tá ið tað er gjørt, verður støða tikin til, antin farast skal víðari við málinum, ella ikki.
Men hann leggur afturat, at nú eru so nógvar ymsar hugsaninir um, hvussu lógin skal tulkast, at tað hevði kanska verið rætt at fingið ein uttanveltaðan stovn at lisið hana og at skorið ígjøgnum og sagt, hvussu hon skal skiljast.
Í hesum sambandi sipar hann til Føroya Rætt.
Nógv virksemi
Annars sigur Chris Jan Mich elsen, at tað hevur verið nógv virksemið seinastu dagarnar í útróðrarfeløgum kring landið, um Frøyanes-ætlanina og har nógvir, átrokandi spurningar reistir.
? Ein spurningur er, hvørjum treytum, Frøyanes sleppur at fiska undir og um hann skal fiska undir somu treytum, sum aðrir bátar í bólki 4 B, tvs. at vit skulu rokna við at síggja hann seta heilt inn at klettunum, ella eitt nú ígjøgnum Djúpini.
Hesin spurningur er reistur, tí at summar avmarkingar og reguleringar eru fyri skipastøddir og aðrar eru bara fyri ymsar bólkar.
Chris Jan Michelsen nevnir, at várfriðingin er fyri skip í bólki 3, sum eru stállínuskip yvir 110 tons.
Men Hóast Frøyanes er stállínuskip uppá mangt slíkt, er hann í bólki 4 B, saman við útróðrarbátum.
? Er várfriðingin sostatt ikki galdandi fyri hann?, spyr formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna.
Hann sigur, at eitt annað mál er so tann samfelagsligi spurningurin um, hvussu ein slíkur bátur fer at ávirka tey smáu lokalsamfeløgini.
Chris Jan Michelsen ivast ikki í, at tann nýggi báturin fer at fáa álvarsligar avleiðingarnar fyri lokal samfeløg, har fiskavirkini eru smá.
? Tí tað vísir seg, allastaðni, at skip, sum frysta fiskin umborð, avreiða at kalla alt uttanlands.
? Tað er so mikið góður prísur fyri hendan fiskin, at hann fer allur av landinum, t.d. beinleiðis til virkini á Meginlandinum.
Sostatt ivast hann ikki í, at hendan gongdin er ikki fremjandi fyri arbeiðið á landi. Hann sigur, at tað, hann serliga hugsar um, er um fleiri skip koma í flotan upp á hendan mátan.
Mugu endurskoða
Andras Kristiansen sigur, at friðingin innan fyri seks fjórðingar er eftir stødd, so heilt inn í klettin sleppur Frøyanes ikki.
Hvussu var við várfrið- ingini, var hann ikki heilt greiðir yvir uppá standandi fót. Men er tað so, at friðingin er fyri skip í bólki 3, er tað eitt mál, sum má endurskoðast, sigur hann.









