Aftur í nátt framdi Russland stórálop á Ukraina.
- 450 dronur og 45 rakettir vórðu sendar eftir okkum, sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj.
Sambært Reuters var málið við russisku álopunum í nátt ukrainskar orkuveitingar og undirstøðukervið í landinum.
Í Ukraina læt eitt fólk lív og 11 fingu løstir, harímillum eitt barn.
Sagt verður, at eldur er í fleiri staðni í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv, og fleiri býir í Ukraina hava mist streymveitingina.
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, heitir á lond í vesturheiminum um at seta harðari revsitiltøk í verk móti russiska orkusektorinum.










