Politiskt svans: Umhugsa at stevna Landsstýrið

­ Avleiðingarnar av, at línubáturin hjá vágamonnum er komin inn í føroyska fiskiflotan upp á hendan mátan, fær so álvarsligar avleiðingar fyri útróðrarmenn, at vit mugu gera alt, vit kunnu, fyri at steðga hesi mannagongdini, sigur formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna

­Hetta er eitt stórt politiskt svans. Eg veit snøgt sagt onki annað at kalla hetta uttan eitt stórt politiskt svans.

Chris Jan Michelsen, formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna bleiv ikki sørt skelkaður, tá ið Sosialurin fortaldi honum undir hvørjum treytum, felagið West Line í Miðvági er sloppið at keypa norska línubátin Frøyanes.

Miðvingar fáa bátin um hálvan annan mánaða og tá verður hann skrásettur í Miðvági undir navninum West Freezer.

Fyri at fáa bátin, hava Miðvingar keypt tríggjar bátar úr flotanum, nevniliga Miðving, Mai og 20 tonsaran Óðin.

Tilsamans høvdu hesir tríggir bátarnir 364 fiskidagar undir Føroyum.

Men fiskiorkan hjá nýggja línubátinum hjá miðvingum er væl størri enn hjá teimum trimum bátunum, so eftir at hava umroknað eitt sindur hevur Landsstýrið givið nýggja línubátinum 156 fiskidagar undir Føroyum, umframt íslandsloyvini hjá Mai og Miðvingi.

Men tað sum skelkar formannin í útróðrarfelagnum, er, at nýggi línubáturin skal ikki skrásetast í bólkinum, sum teir halda, at hann nátúrliga skuldi verðið skrásettur í, nevniliga í bólki trý, sum er bólkurin fyri stállínuskip yvir 110 tons.

­ Ístaðin hevur landsstýrið skrásett nýggja miðvágsskipið í bólki 4 B, sum eru útróðrarbátar yvir 40 tons.

Í gjár upplýsti reiðarin, Tummas Pauli á Løgmansbø, at báturin varð skrásettur í einum bólki, sum nevndist 4 D. Men nú er hann komin eftir, at tað er eitt mistak, tí tann bólkurin er ikki til longur.

Sostatt er báturin settur í bólk 4 B, sum eru stórir útróðrarbátar.

Og tað er hetta, sum fær formannin í Meginfelag Útróðrarmanna stutt og greitt at kalla hetta eitt stórt, politiskt svans.


Vit koma at betala

Chris Jan Michelsen sigur, at í hagtøliunum fyri komandi ár, koma vit sostatt at lesa, at tann besti báturin í bólki 4 B, sum eru útróðrarbátar yvir 40 tons, var West Freezer - sum altso er nærmari 300 tons.

­ Hetta skræðir fullkomiliga javnvágina undan lógini um vinnuligan fiskiskap.

Hann sigur, at sundurbýtið av bátum og skipum í ymsar bólkar er sjálvur hornasteinurin í lógini um vinnuligan fiskiskap.

Chris Jan Michelsen sigur, at tað varð nógv tíð og nógv orka løgd í at flokka skip og bátar sundur í ymsar bólkar.

­ Tí tað er greitt, at ein dagur í einum bólki er ikki tað sama sum ein dagur í einum øðrum bólki av tí tað er stórur munur á fiskiorkuni hjá teimum ymsum bátunum og skipunum.


Vit skulu betala

Formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna sigur, at tað sum nú er hent við nýggja línubátinum hjá miðvingum, má metast sum eitt stig á leiðini at leggja fiskidagaskipanina í knas.

­ Hetta kann bara takast sum ein roynd at gera hagtølini hjá úttóðrarbátunum so vánalig sum gjørlig.

Tvs, at tá ið fiskiárið verður gjørt upp, fer útróðrarflotin at standa fyri einum ávísum tonsatalið, sum í veruleikanum er nógv hægri enn tað skuldi verið, tí at eitt stórt stállínuskip verður talt uppí.

­ Tað merkir so aftur, at táið fiskiskapurin skal regulerast aftur, verða útróðrarmenn noyddir at betala fyri tann yvirkapasitet, sum verður lagdur í bólkin við West Freezer.

­ Avleiðingin verður so, at tað verður skarvað av fiskidøgunum hjá útróðrarmounnunum.

Hvat endamál sært tú í at bróta markið ímillum bólkarnar niður?

Tað kann bara vera at beina fyri útróðrarflotanum og í longdini at bróta niður tey grundvirðini, sum blivu løgd í fiskidagaskipanina og at bróta slóð fyri møguleikunum at mingulera fyri fiskidøgum, sum tað hóvar landsstýrismanninum best.

­ Men so er tað ikki um at tala, at hetta er við at máa støðið undan álitinum á politisku skipanina.


Umhugsa at stevna

Chris Jan Michelsen sigur, at tað er tí ongin ivi um, at Meginfelag Útróðrarmanna fer at leggja stóra orku í at forða fyri hesi gongdini, sum nú hevur tikið seg upp.

Hann sigur, at hetta vikuskiftið fer hann at tosa við hinar nevndarlimirnar í Meginfelagnum.

Tað er ongin ivi um, at Meginfelagið fer at vísa politikarum á, hvørjar avleiðingar hetta fer at fáa.

­;Men Chris Jan Michelsen heldur eisini , at tað er ein stórur spurningurin um tað yvirhøvur er loyvt at skráseta eitt skip í einum bólki, har tað undir ongum umstøðum hoyrir heima.

Eisini hetta málið fer Meginfelagið at kanna.

Og vísir tað seg at verða í stríð við lógina kann tað væl henda seg, at Meginfelag fer at stevna landsstýrið fyri at fáa dóm í málinum, ein dóm sum síðani verður fordømi, um fleiri slíkar ætlanir taka seg upp.

Chris Jan Michelsen ivast nevniliga ikki í, at hetta við línuskipinum hjá miðvingum er bara byrjanin og at fleiri dømi verða um somu mannagongd í framtíðini.

Hann leggur hinvegin dent á, at hvørki hann, ella Meginfelag Útróðrarmanna hava tað allarminsta ímóti, at menn útvega sær línuskip.

­ Men skipini skulu skrásetast í tí bólkinum, tey eiga at vera í og ikki trýstast í aðrar bólkar, leggur hann somuleiðis dent á.