? Vit mugu fáa at vita, um tað er hetta, sum politikararnir vilja.
Árni Dam, fyrrverandi formaður í felagnum línuskipum í fleiri ár, er ikki sørt ørkymlaður av, at tað skal bera til hjá vágamonnum at keypa ein nýggjan línubát uppá tann mátan, teir hava gjørt.
Eitt felag í Vágum hevur keypt 2/3 av 42 metra langa norska frystilínubátinum Frøyanes.
Norðmenn skulu framvegis eiga tann seinasta triðingin.
Men í fiskidagaskipanini verður Froyanes skrásettur í bólki 4 B, saman við útróðrarbátum yvir 40 tons.
Fyri at fáa fiskiloyvi til Froyanes, hava vágamenn keypt trý skip úr flotanum, Mai, Miðving og 20 tonsaran Óðin. Eftir eini umrokning hevur nýggi línubáturin hjá vágamonnum fingið 45% av fiskidøgunum hjá Mai og Miðvingi og 35% av døgunum hjá Óðini.
Tilsamans hevur nýggja vágaskipið sostatt fingið 156 fiskidagar, umframt íslandsloyvini hjá Mai og Miðvingi.
Eini greið boð
Hendan nýggja fiskivinnuætlanin hjá vágamonnum hevur vakt ans, ikki minst av tí, at tað nýggja stállínuskipið verður ikki skrásett í bólkinum fyri línuskip yvir 110 tons, men í bólki 4 B, sum er bólkurin fyri útróðrabátar yvir 40 tons.
Ein av teimum, sum undrast yvir, at hetta ber til, er Árni Dam, sum hevur verið formaður í felagnum Línuskipum í mong ár, og sum eisini er limur í Skipanarnevndini.
Árni Dam var eisini við til gera fiskidagaskipanina frá fyrsta degi av.
Hann sigur, at eftir hansara fatan var tað ikki ætlanin við lógini um vinnuligan fiskiskap, at tað skuldi bera til at leggja loyvi saman tvørturum teir ymsu bólkarnar.
? Eg eri púra vísur í, at tað var ikki hetta, sum politikararnir ætlaðu við fiskidagaskipanini.
? Og tað er eisini eftir tí, at vit hava arbeitt í vinnuni og tað er eftir hesum, at vit hava arbeitt í vinnunevndini.
? Men nú er tað komið fram í seinastuni, at hetta ber til kortini. Og er hetta eftir lógini, so skerst ikki burtur, at tað eru politikararnir, sum hava samtykt hana og so má tað vera tann politiski viljin, at tað skal vera so.
?Men Árni Dam sigur, at so ivast hann ikki í, at so eru tað nógvir politikarar, sum hava misskilt lógina.
? Tí tað, sum vit higartil hava fingið at vita frá politikarunum, er, at tað ber ikki til at flyta dagar ímillum bólkarnar. Men nú kemur brádliga undan kavi, at tað ber til at leggja loyvir saman ímillum bólkarnar- og so fylgja dagarnir við av sær sjálvum.
Árni Dam sigur, at málið liggur nú hjá politikarunum.
? Og tað, sum vit í vinnuni nú mugu fáa greið boð um frá politikarunum, er, um tað er hetta, sum teir ætlað við fiskidagaskipanini.
? Higartil er tað ikki ein føroyingur sum hevur útvegað sær fleiri loyvi tvørturum bólkar fyri at fáa fleiri dagar.
? Men er hetta tað teir vilja, mugu vit fáa tað at vita, so at vit kunnu arbeiða hareftir.
? Tí annars er vandi fyri, at norðmenn hava keypt allan flotan undan fótunum á okkum, áðrenn vit eru raknaðir við. Árni Dam sigur, at hetta er avgjørt ein vandi, sum hann sær í hesum mátanum, at norðmenn keypa allan flotan undan okkum.
Formaðurin í felagnum Línuskip, Torleif Sigurðsson, segði við Útvarpið hóskvøldið, at málið var so ógreitt, at hann vildi hava greiði á nøkrum spurningum til Landsstýrið, áðrenn hann ger viðmerkingar.