av stovnum hevur broytt hesa skipan til bert ein viðfáning av tí, hon einaferð var. Jonhild hevur stríðst sum heimahjálp í øll hesi ár, og tað hevur hon gjørt til lítar. Hon er eitt satt »lívsstykki« [...] og tann sosiala samveran var stórur partur av arbeiðinum. Tey, ið fingu hjálpina, vóru væl nøgd, og tað vóru heimahjálpararnir eisini í arbeiði sínum. At hjálpa og lætta um eftir besta førimuni var setningurin [...] at baka, elta breyð, vaska vindeygu, strúka gardinur, taka upp slakt, vaska klæði, gera mat o.s.fr. Tað var eisini so, at heimahjálpin setti æru í, at húsið, har hon kom, skein á hvørjum spreki, áðrenn hon
Tað kann ikki sigast annað, enn at hugflogið er gott. Men neyvan koma hesi hugskot frá landsstýrismanninum, sum skal syrgja fyri at tað rennur í kassan, samstundis sum hann hevur ábyrgdina av, at tað, [...] við hetta blað undrast Karsten Hansen á, hví tað almenna skal lata rentustuðul fyri sethúsalán. - Hvat er tann solidariska ella sosiala kjølfestan nú? Til tað er at siga, at mangar familjur høvdu ikki kunnað [...] Víst er Tjóðveldisflokkurin drigin í stýriborð, til høgru, men neyvan er hann enn farin so langt, at einastu uppskotini eru at leggja byrðar á tey lágløntu. Tað er rætt at ansa eftir, at búskapurin ikki fær
tá tað gongur væl, og hann heldur seg eisini omaná, tá tað ikki gongur sum roknað við og vónað: ? Eg má bara staðfesta, at tað er langt á mál, tá tað ræður um landsdystir á Tórsvølli, bæði tá tað snýr [...] var, at tað fóru at koma nógv fleiri áskoðarar, enn tað komu á Svangaskarði, tí tað er í høvuðsstaðnum, at nógva fólkið býr. Hetta fingu vit avgjørt einki prógv fyri mikukvøldið, heldur var tað tvørtur [...] Inntøkurnar av hesum vóru 98 túsund krónur. UFA eigur rættin til reklamurnar kring vøllin, men teir høvdu latið hann frá sær til Fótbóltssambandið, og tað er kanska ikki langt við síðuna av at rokna við, at i
dystin til nakað sum helst? ? Eg havi sagt mínum monnum, at eg var ikki nøgdur, og at eg krevji ein øðrvísi hugburð næstu ferð. Eg sá eisini, at tað vóru veikleikar í verjupartinum, og tað er gott at vita [...] lokið stríð duldi hann ikki, at hann var ikki nøgdur við avrikið hjá sínum monnum. ? Vit vunnu, og tað skulu vit vera fegnir um. Avrikið hjá mínum monnum var ikki sannførandi. Teir dugud ikki at varðveita [...] trini vóru ikki, sum eg vildi hava tey at vera, og í 2. hálvleiki løgdu teir alt ov lítið fyri. ? Tað restaðu tveir av føstu monnunum á liðnum, og longu í 1. hálvleiki noyddust vit at taka ein skaddan
og teir megnaðu at spæla seg til møguleikar, sum kundi givið mál, men tað eydnaðist ikki, og so fóru okkara menn av vøllinum og áskoðararnir, sum tað hoyrdist alt ov lítið til, av Tórsvølli við kensluni [...] enn tað kann roknast við av einum liði, sum hevur staðið seg so væl móti teimum bestu í heiminum. Tað smakkar kanska ikki so væl at siga sovorðið fyri føroyingum, men tú hevði eina kenslu av, at tað tóktist [...] virðingina fyri mótstøðumonnunum og harvið fjálturin, sum var á fyrstu løtuna, og tað ber bara til at gita um, hvussu tað hevði hilnast, um John Petersen ikki hevði verið útvístur. Serliga í høgra borði
góðum veðra eitt fríggja- ella leygarkvøld til tey skulu víðari út í býin at hugna sær. Og tað, teir hildu hóska einabest til hetta var ein »long drink« barr, har til ber at hugna sær við leskiligum og stásiligum [...] drykkir. Til ber nevniliga eisini at fáa eins prýðiligar og leskiligar drykkir uttan rúsandi løg, og meiningin er, at tey, ið ikki gera nógv við tað vátara - rúsandi - slagi eisini skulu hava tað hugnaligt [...] ber sostatt til at vija innar, uttan at vitjað verður í Marco Polo. Men sjálvsagt er eisini ein trappa úr matstovuni upp á loftið, so til ber hjá matstovugestunum at vitja upp á loftið til eitt langt glas
verða, at tað má verða samsvar millum tað, at stilla seg upp og taka heiður fyri okkurt og fortelja hvussu framúr gott man hevur klárað seg, og so at taka ábyrgd fyri mistøk. Undanførslur sum at tað ikki ber [...] ber til at leggja ætlanir fyri nakað, ið góð teknisk leiðsla megnar at leggja ætlanir fyri, tæna ikki nøkrum. Tað ber til at spesialisera seg innan alt, eisini ætlanir hvussu gomul amboð eiga at viðlíkahaldast [...] ímillum hvør stovnur hevur gjørt tað verri enn annar, so eigur Føroya Landsstýri og Føroya Løgting at fylgja somu mannagongdum, tá man skal placera ábyrgd og fílast at. Tað, at landstýrismenn kanska loypa
Samanspælið úti á vøllinum var gott, og sendingarnar millum føroysku spælararnar vóru viðhvørt omanfyri tíggju, men tað er vandi í hvørjari vælferð. Tað kann koma soleiðis fyri, at tað verður pilkað so mikið nógv [...] ferðir, tá tað eydnaðist Toda í sovornum støðum at fáa mál, brotsspark og at leggja innfyri til álopsfelagan. Síðstu 45 minuttirnir móti Íslandi vóru so sannførandi, at tað er øll orsøk til at síggja ljóst [...] eftir at teir mitt í viku hava verið til fótbóltsliga høgtíð og hava spælt landsdyst. Altjóða uppgávurnar kennast sum stórar avbjóðingar, sum tað er lætt at seta seg upp til, meðan landskappingardystir móti
? Vit vita, at B36 hevur eitt sera gott lið, men vit fara ikki til Havnar fyri at verja ein javnleik. Vit fara at royna at vinna dystin. Tað sigur Bjørn Krog, sum er venjari hjá B68. Hansara liðið skal [...] minuttirnar móti Íslandi, og teirra avrik var gott. Ikki minst Jens Kristian arbeiddi sum ein hestur allan dystin og var ein av høvuðsorsøkunum til, at tað ikki merktist, at Føroyar spældu við 10 monnum [...] mitt í vikuni. B36 er felagið, sum hevur flest landsliðsspælarar, og tað merkist hvørja ferð landsdystur er. Tá mangla fleiri spælarar til venjing, og teir spæla ístaðin strævnar altjóða dystir. Hesaferð spældu
at vitja sunnudagin, er kravið til heimaliðið einfalt: Teir skulu vinna. Sumba hevur bert vunnið ein dyst í ár og tað er helvtin av tí, sum sandingar hava klárað. Tí eru tað teir gulu úr Sandoynni, sum eru [...] tulkaðu tað, og tí situr hann uttanfyri í morgin. Harafturat fingu bæði Nebosja Veljkovic og Spasoje Biberdzic sambært dómaraseðlinum gult kort móti B68 og hava leikbann í morgin. Sumbingar hildu tað tó verða [...] unglingunum hjá B36, og í vikuni kom hann illa til skaðar og verður ikki at síggja aftur á vøllinum í ár. Venjarin Ivan Hristov má tí velja aðrar spælarar til dystin móti Sumba í morgin, og hann fer helst