Guðjón var ikki nøgdur

Íslendski venjarin helt seg hava sæð veikleikar í verjupartinum og fer at krevja nógv meiri sannførandi avrik, tá undankappingardystirnir tørna fyri

Guðjón Þórðarson er ein kurtisligur persónur, men eftir lokið stríð duldi hann ikki, at hann var ikki nøgdur við avrikið hjá sínum monnum.

? Vit vunnu, og tað skulu vit vera fegnir um. Avrikið hjá mínum monnum var ikki sannførandi. Teir dugud ikki at varðveita bóltin millum sín, nógvar sendingar vóru óneyvar, renningarmynstrini vóru ikki, sum eg vildi hava tey at vera, og í 2. hálvleiki løgdu teir alt ov lítið fyri.

? Tað restaðu tveir av føstu monnunum á liðnum, og longu í 1. hálvleiki noyddust vit at taka ein skaddan mann av vøllinum, men hetta vil eg kortini ikki brúka sum undanførslu fyri, at mínir menn ikki megnaðu at vísa meiri, serliga í 2. hálvleiki, tá teir vóru ellivu móti tíggju.

Men kanst tú brúka dystin til nakað sum helst?

? Eg havi sagt mínum monnum, at eg var ikki nøgdur, og at eg krevji ein øðrvísi hugburð næstu ferð. Eg sá eisini, at tað vóru veikleikar í verjupartinum, og tað er gott at vita, tá vit um stutta tíð skulu spæla í EM undankappingini, vóru orðini frá fryntliga venjaranum, sum ynskti føroyingum alt tað besta í EM undankappingini seinni í ár.