Ein heilsan til Jonhild Eysturberg á 25 ára starvsdegi hennara

»Tíðin rennur sum streymur í á!« Hetta mugu vit tíðum ásanna.

Jonhild hevði nú tann 18. august starvast sum heimahjálpari í 25 ár, og hon hevur havt manga strævna løtuna í hesum yrki, men eisini manga hugnaliga stund saman við teimum eldru og starvsfeløgum sínum annars.

Áhugavert kann vera at líta aftur á teir »góðu, gomlu« dagarnar undir Heimahjálparaskipanini.

Ikki varð hugt so nógv at klokkuni, og tann sosiala samveran var stórur partur av arbeiðinum. Tey, ið fingu hjálpina, vóru væl nøgd, og tað vóru heimahjálpararnir eisini í arbeiði sínum. At hjálpa og lætta um eftir besta førimuni var setningurin. Ikki varð spart við reingerðini og við hinum húsarbeiðinum. Sum dømi kunnu nevnast at baka, elta breyð, vaska vindeygu, strúka gardinur, taka upp slakt, vaska klæði, gera mat o.s.fr. Tað var eisini so, at heimahjálpin setti æru í, at húsið, har hon kom, skein á hvørjum spreki, áðrenn hon fór út aftur. Afturat øllum hesum kom eisini røktin av sjúkum og ofta sera »tungum« fólki, ið var sera krevjandi starv.

Nú vita øll, at rákið gongur øvutan veg. Sparing og aftur sparing og samanlegging av stovnum hevur broytt hesa skipan til bert ein viðfáning av tí, hon einaferð var.

Jonhild hevur stríðst sum heimahjálp í øll hesi ár, og tað hevur hon gjørt til lítar. Hon er eitt satt »lívsstykki«, sum dugir at fáa sólina at skína, har hon kemur. Hon er kvik og røsk og stuttlig at vera saman við. Stóran áhuga hevur hon í tí, sum rørir seg í samfelagnum, og tað dámar eisini teimum, ið hon hittir í starvi sínum sum heimahjálp.

Jonhild hevur sitið í nógv ár í nevndini í Heimahjálparafelagnum. Hon er álitiskvinna hjá teimum, ið arbeiða í Hvalba. Eisini fæst hon við at vera skeiðlærari hjá UV (Upplýsingarfelagsskapi verkamanna), tá ið høvi býðst. Nú hevur Jonhild havt 25 ára starvsdag, og eg vil ynskja, at Harrin unnir henni heilsuna og nógv góð ár afturat í starvi sínum sum heimahjálpari.

Undirritaða takkar fyri manga hugnaliga og minnisríka løtu og fyri gott vinalag og trúfesti í mong ár.


Sunneva Tyril