Leskiligir langir drykkir

At vitja í sokallaðu »long drink« barrini við heitinum Cleopatra á loftinum í matstovuni Marco Polo í Havn kennist sum at vera í suðurlondum

John Johannessen


»Marco Polo Special«, »Bloody Mary«, »Screaming Orgasm«... Hetta eru bert nakrir av teimum mongu eksotisku drykkunum, ið fást í nýggju sokallaðu »long drink« barrini, Cleopatra, á loftinum í Marco Polo í Sverrisgøtu í Havn.

Eigarnir av Marco Polo siga, at teir hava opnað barrina fyri at fylla tómrúmið, ið er frá tá fólk eru liðug at hugna sær við einari góðum veðra eitt fríggja- ella leygarkvøld til tey skulu víðari út í býin at hugna sær. Og tað, teir hildu hóska einabest til hetta var ein »long drink« barr, har til ber at hugna sær við leskiligum og stásiligum longum rúsandi drykkum. Men tó so; »long drink« barrin er ikki bert fyri fólk, ið ynskja at njóta rúsandi drykkir. Til ber nevniliga eisini at fáa eins prýðiligar og leskiligar drykkir uttan rúsandi løg, og meiningin er, at tey, ið ikki gera nógv við tað vátara - rúsandi - slagi eisini skulu hava tað hugnaligt inni á Cleopatra.

Barrin á loftinum í Marco Polo er ikki bert fyri gestir á matstovuni. Hon hevur sína egnu inngongd frá Niels Finsensgøtu, og ber sostatt til at vija innar, uttan at vitjað verður í Marco Polo. Men sjálvsagt er eisini ein trappa úr matstovuni upp á loftið, so til ber hjá matstovugestunum at vitja upp á loftið til eitt langt glas av einumhvørjum eksotiskum drykki áðrenn ella eftir ábit.

Cleopatra letur upp klokkan sjey hvørt kvøld og letur aftur um hálvgum tólv. Tó er opið til hálvgum fýra um morgunin um vikuskiftini.

Eingin ivi er um, at drykkurin, tú fær í Cleopatra, er væl og virðiliga blandaður og pyntaður. Barrvørurin, Kem Poulsen, hevur nevniliga gott handalag til at blanda alskyns kendar og minni kendar drykkir, og er tænastan, hann veitir í topp. Skuldi ein gitt, hvat ummælarar høvdu sagt um Kem og Cleopatra, skjóta vit uppá, at tey høvdu fingið sjey parasollir av sjey.