Uttan at taka dagar ímillum hvør stovnur hevur gjørt tað verri enn annar, so eigur Føroya Landsstýri og Føroya Løgting at fylgja somu mannagongdum, tá man skal placera ábyrgd og fílast at. Tað, at landstýrismenn kanska loypa framav og proklamera politiskt, at ein leiðsla er framúr skilagóð og kompetent, áðrenn hettar veruliga er prógvað í verki, vísir bert politiskan óbúnaskap. Tá somu landstýrismenn enntá koyra leiðslur frá, ið veruliga hava prógvað sínar dygdir gjøgnum nógv ár, fyri at óroynd leiðsla skal sleppa framat er einki minni enn ein feilur, serliga tá ein nú sær, at hettar fullkomna, borið á lógvum av einari umsiting, ið stríðist við at rættvísgera farnar feildispositiónir, kanska ikki er so fullkomið hóast alt.
Kanska átti ein at nýtt hesa løtu til at steðga á og undrast yvir hvat hendir í føroyska almenna sektorinum. Vit fáa dag og dagliga at vita hvussu professionella umsiting vit hava fingið, og hvussu skipað alt brádliga er vorið. Vit fáa eisini at vita at ætlanir, sum projektbólkar hjá landinum hava greitt úr hondum, eru so góðar, sum tær kunnu verða. Hóast hesi fínu útsøgn, so síggja vit tað eina óhepna málið fyri og annað eftir. Vit hava havt tvey skipabyggingarmál sum í besta føri hava verið handfarin jánkasliga. Landssverkfrøðingsmálið er framvegis ikki yvirstaðið, og kanska átti landstýrismaðurin við ábyrgd av málinum at endurumhugsa sína støðu.
Onkur segði, at ein sigur hevur hundrað pápar, meðan eitt tap vanliga er foreldraloysingur. Minsta krav eigur at verða, at tað má verða samsvar millum tað, at stilla seg upp og taka heiður fyri okkurt og fortelja hvussu framúr gott man hevur klárað seg, og so at taka ábyrgd fyri mistøk. Undanførslur sum at tað ikki ber til at leggja ætlanir fyri nakað, ið góð teknisk leiðsla megnar at leggja ætlanir fyri, tæna ikki nøkrum. Tað ber til at spesialisera seg innan alt, eisini ætlanir hvussu gomul amboð eiga at viðlíkahaldast. Decideraðir skaðar eru sjálvandi øðrvísi.
Omanfyristandandi kundi bent á, at stórur tørvur er á sjálvkritikki í miðfyrisiting og umhvørvinum rundanum. Kunngerðir um eitt nú, at eitt projekt er fullkomið hoyra ongastaðni heima, tí slíkt finst ikki. Einki er so gott, at tað ikki kann gerast betri. Evnini at hugsa sjálvkritiskt kunnu í einstakum førum hjálpa, tá royndirnar kanska ikki eru tær heilt stóru. Heilt galið er, um bæði royndir og evnini at hugsa sjálvkritiskt mangla. At tola atfinningarsamar røddir er ein virðismikil dygd at hava, kanska serstakliga hjá miðfyrisiting og landsstovnum, ið eftir øllum at døma ikki verða nógv bíligari riknir í dag enn fyri nøkrum árum síðani. Tøl sosum rakstrarútreiðslur o.s.f. verða vanliga viðgjørd sum sokallaðar tíðsseriir, tað vil siga, at man eygleiður hesi tøl yvir eitt tíðarbil - eitt nú áramál. Kemur so eitt ár, har eitt sera høgt ella lágt virði stendur, so kannar man hettar sera gjølla. Tað kann skyldast broytt roknskaparprinsipp, óvanligar avskrivingar osf. Ekstrem virði fyri avís ár eiga ikki at verða nýtt at máta seg sjálvan ímóti, serliga ikki, um ein sjálvur hevur verið við til at sett hesi virði upp. Alt kemur í ljós eftir eina tíð.