Fótbóltssambandið fekk ein uppá kassan

Fótbóltur: FSF bossurin staðfestir, at undirtøkan var als ikki tann, sum fleiri høvdu roknað við, og undirskotið av fyrsta landsdystinum á Tórsvølli verður mett at vera umleið tvey hundrað túsund krónur

Tað hevur fleiri ferðir verið frammi, at inntøkurnar frá áskoðarunum á heimavølli skulu vera við til at fíggja stóru útreiðslurnar, sum standast av útidystunum, sum runt roknað í miðal kosta eina fjórðings milión krónur.

Men føroyska landsliðið hevði ikki komið langt suður í Europa, um teir skuldu dúva uppá yvirskotið frá uppgerðini móti íslendingum.

Á FSF skrivstovuni siga tey, at samlaða talið av áskoðarum var 1.500, og tá tey, sum ikki rinda atgongugjald og børnini, sum eru yngri enn átta ár, vóru drigin frá, høvdu 735 vaksin og 250 børn goldið fyri at síggja fyrsta landsdystin á Tórsvølli.

Inntøkurnar av hesum vóru 98 túsund krónur. UFA eigur rættin til reklamurnar kring vøllin, men teir høvdu latið hann frá sær til Fótbóltssambandið, og tað er kanska ikki langt við síðuna av at rokna við, at inntøkurnar av væl pálstraðu plattunum kring vøllin hava verið umleið áttati túsund krónur.

Tá føroyingar í 1995 og í 1997 vóru í Íslandi, rindaðu vertirnir allar útreiðslur. Føroyingar rindaðu útreiðslurnar, sum íslendingarnir høvdu av ferðini hesa ferð. Útreiðslurnar til hetta verða roknaðar til 140 túsund krónur. Landsliðsspælararnir eiga einar 40-50 túsund í dagpengum, nakrir ferðaðust úr úr Íslandi, Danmark og Noregi og heim, teir búðu allir á Hotel Føroyum, og tá lýsingar, prentútreiðslur og alt annað, sum kostar, verður lagt afturat, er tað ikki langt við síðuna av at rokna við, at hallið av landsdystinum verður umleið tvey hundrað túsund krónur, og tað má metast sum alt annað enn at vera nóg gott.


Langt á mál

Formaðurin í Fótbóltssambandinum, Torleif Sigurðsson, plagar ikki at fara upp í loft, tá tað gongur væl, og hann heldur seg eisini omaná, tá tað ikki gongur sum roknað við og vónað:

? Eg má bara staðfesta, at tað er langt á mál, tá tað ræður um landsdystir á Tórsvølli, bæði tá tað snýr seg um fyrireikingar og avgreiðslu av tiltakinum, og tá tað snýr seg um undirtøkuna frá áskoðarunum.

Hvat ætla tit at gera við tað?

? Fyri at fáa tiltakið at verða betri fyriskipað, mugu vit gjøgnumganga allar uppgávur og ábyrgdir. Tað tykist vera torførari enn á Toftum at vita, hvør hevur uppgávurnar og ábyrgdirnar. Hetta mugu vit fáa skil á sum skjótast. Høvuðssjónarmiðið fyri at byggja stadion í Gundadali var, at tað fóru at koma nógv fleiri áskoðarar, enn tað komu á Svangaskarði, tí tað er í høvuðsstaðnum, at nógva fólkið býr. Hetta fingu vit avgjørt einki prógv fyri mikukvøldið, heldur var tað tvørtur ímóti.

Og hvat ætlar tú at gera við tað?

? Føroyingar eru glaðir fyri fótbólt, men teir eru ikki glaðari enn so, at tá dysturin verður vístur beinleiðis í sjónvarpinum, so velja teir heldur tað enn at fara út í fríska luft og rinda atgongugjald. Hesa ferð varð sagt, at tað fór ikki at gera nakran mun, tí tað fór at koma ein rúgva av fólki undir øllum umstøðum. Hetta vísti seg ikki at vera veruleikin, og persónliga havi eg ilt við at góðtaka, at dystirnir verða vístir beinleiðis í framtíðini, sigur Torleif Sigurðsson, sum staðfestir, at sjálvt um dystirnir verða spældir, har størsti parturin av fólkinum býr, so er langt á mál, áðrenn altjóða luttøkan fer at verða fíggja við áskoðarainntøkum og ikki pengum, sum koma frá UEFA og FIFA.