seks, so tað skal vera løgið um ikki onkur annar bátur enn Argjabáturin og Miðvingur endar við at vinna onkran róður. Sjóriddarin harafturímóti, var so langt aftanfyri, at har skal annað skinn um bak, um [...] gjørdi tað teir kundu fyri at sleppa fram um og einu løtuna sá tað út til at fara at eydnast. Argjabáturin kom framum, men miðvingar svaraðu aftur. Og tá bátarnir fóru fram við Høgabóli og nærkaðust málinum [...] fremstur, Argjabáturin, Miðvingur, ella Kvívíkingur. Tá bátarnir fóru um sjálva mállinjuna brustu tey trý skotini næstan samstundis og so javnt var teirra millum, at bert 19/100 av einum sekundi var ímillum
sagt fyrr, so halda kvinnur ofta, at tær skulu vita alt um alt, fyri at bjóða seg fram. - Men tað skalt tú als ikki. Tú skalt fylgja við og vita eitt sindur um alt. Og so skalt tú savna teg um ávís hjartamál [...] seg at við at koma fram í politikki. - Tú mást fyrst og fremst hava ein sterkan vilja um at arbeiða við tínum egna politikki. Tí er eisini alneyðugt, at tú setir tær nøkur mál, sum tú so fylgir, sigur Rúna [...] Ongin ivi er um, at vit hava fleiri dugnaligar kvinnur í fólkaflokkinum. Men eg veit ikki, um tær eisini hava hug at stilla upp, sigur Rúna Sivertsen, sum enn ikki hevur tikið støðu til, um hon sjálv stillar
Vit eru samd um, at eg ikki skal halda fram eftir 1. mei, sigur Jógvan, sum sjálvur hevur sagt allatíðina, at hann ikki væntaði, at hann fór at verða gamal í starvinum. Men hóast tað, so er hann sera harmur [...] Jógvan, at húsið sum so slettis ikki hevur atgongd til kjallaran, og tí hevur tørv á at fáa onnur høli. Her hevur hann hugsað um, at tað kundi verðið avbera gott at bygt loftið um, og harvið fingið meira [...] Klaksvík: Í seinastu viku bórust tíðindini um, at Jógvan Eliasen, dagligur leiðari í Atlantis, ikki heldur fram aftan á 1. mei, tá hansara upprunaliga starvstíð er úti. ? Játtanin til húsið frá býráðnum
liðið. Eingin ivi um tað. Longu undan leiðslumálinum høvdu teir fleiri ferðir góðan møguleika at leggja seg á odda, og hóast teir leingi vóru á odda 2-0, so var talan alla tíðina um skilagott verjuspæl [...] onside, og var hetta rætt, so var málið lógligt. Men tað vildi neyvan verið nakar, sum hevði mótmælt, um linjuverjin hevði veittrað Nistelrooy rangstaddan í støðuni. Og so kundi hollendski landsliðsvenjarin [...] verjuspæl við hvøssum kontrabroddi, soleiðis at Italia ikki tordi at tveita ov nógv fólk fram á vøllin. Men tá tað er sagt, so skerst ikki burtur, at hollendingar als ikki vóru óhepnir í teimum støðunum, sum førdu
sum komu fram um møguleikarnar og trupulleikarnar, vórðu sera neyvir og meira enn eg hevði roknað við kundu koma fram á einum almennum fundi, so tað er bara at fegnast um, at BP vil kunna um alt hetta [...] úrsliti, so kann tað økja um áhugan hjá oljufeløgunum at vera við í eini nýggjari útbjóðing sigur landsstýrismaðurin. Hinvegin heldur hann ikki, at eitt vánaligt úrslit neyðturviliga nýtist at minka um áhugan [...] fyri landsstýrið í komandi viku, og so verður tað borið í tingið skjótast gjørligt. –Vit vóna, at tingið klárar at avgreiða hetta málið, áðrenn valið verður útskrivað. Um hetta ikki eydnast, er vandi fyri
at toftamenn aftur leggja sína ætlan fram? - Tað er so ein spurningur, sum FSF skal taka støðu til. Vit hava jú eisini arbeitt við ætlanum um at gera egið stadion, so tað er eisini ein møguleiki. Treytirnar [...] stórur, tá tað í fjør stóð greitt, at valið hjá FSF um nýggja fótbóltshøll fall á høllina í Skálafirði. Sostatt tók FSF høllina í Skálafirði fram um verkætlanina á Svangaskarði og hana, sum Havnar Timburhandil [...] krónur til ætlanina úr hattrick-grunninum og í evropiska fótbóltssambandinum hevur ónøgdin verið so stór um gongdina, at FSF-forsetin á seinasta aðalfundi segði, at harrarnir í UEFA vóru »bekymraðir«, sum
vísti seg at virka alt ov illa. Einki var tosað um tað, men onkur hevði illgruna um, at ikki alt fór reiðiliga fram í sambandi við kvoturnar. Møguleikin var í hvussu er til staðar, at skip, sum landaðu uttanlands [...] rætta í avreiðingarseðlunum, so toskur kanska kom at eita kongafiskur. Ein annar illgruni var, at skip tveittu fyri borð aftur fisk, um kvotan á hesum fiskaslagi var uppi ella um at vera uppi. Og sum heild [...] og tí var avgjørt at royna eina aðra skipan. Hetta gjørdist so til fiskidagaskipan. Men hóast henda skipanin virkar betri enn kvotuskipanin, so eru tó framvegis ávísir lutir í skipanini, sum kundu verið
Dagblaðnum sigur hann orðarætt: "Vit arbeiða fram ímóti sjálvstýri eftir sama leisti, sum altíð: Stig fyri stig. Vit yvirtaka so hvørt sum ráðini eru til tað." So vita vit tað! Sjálvstýrisflokkurin kundi saktans [...] ella at tú tekur teg fram stig-fyri-stig, heldur enn at ganga við einum dreymi um at gera kollvelting og loysa allar trupulleikar í eini handavending. Tí er pragmatisman kanska ikki so háfloygd í orðum, sum [...] sum undirheiti orðini "pragmatiskt sjálvstýri". Men hvat merkir so hetta orðið pragmatisma? Umframt at vera eitt hugtak í heimsspekini, so merkir pragmatisma í politiskum høpi ein politikkur, sum ikki er
ynski úr Føroyum um meira sjálvstýri, men kortini leggja fót fyri føroysku ætlanini. - Stjórnin hevur biðið landsstýrið um at vera greiðari og at fáa eitt styrkt mandat. Tá ið landsstýrið so ger eftir boðunum [...] lata. - Tað ber ikki til at bestilla blokkstuðul í so og so nógv ár úr Danmark. Hava føroyingar ráð til at leggja eina hálva milliard krónur í ein grunn, so skulu teir ikki hava pengarnar, sigur Pia Larsen [...] fólkarætti heldur, at umdømið hjá Danmark kann líða stóran skaða, um stjórnin vísir ætlanini frá sær og ikki vísir vilja til at samstarva um nýggju ætlanina. Við Berlingske Tidende í gjár segði Frederik Harhoff
hann, hvat hann heldur um leiklutin hjá løgtingsformanninum, sum nú situr og um skilið í samgonguni, sum heild. Edmund út um alt mark Hann heldur, at Edmund Joensen er farin út um alt mark, tí tað er als [...] leggja eitt uppskot fyri løgtingið, sum er so umstrítt sum hetta. - Í hesum sambandi hevur Edmund Joensen lagt eitt uppskot fram, sum hevur kvett alt løgtingið av um tvøran. Enntá sjálvur formansskapurin í [...] í løgtinginum er eisini farin av um tvøran, tí eisini hann er ósamdur um ætlanina. Harafturat er hetta eitt mál, sum allir flokkar eru ósamdir um innanfloks og sostatt hevur Edmund Joensen eisini kvett