Triðja útbjóðing klár

Landsstýrið fer í komandi viku at viðgera uppskot til enn eina útbjóðing á landgrunninum. Bjarni Djurholm vónar at fáa tað gjøgnum tingið, áðrenn val verður útskrivað

Í dag fær landsstýrismaðurin í oljumálum, Bjarni Djurholm, handað uppskotið til 3. útbjóðing á føroyska landgrunninum. Tað er Jarðfeingi, sum hevur gjørt ætlanina fyri at bjóða nýggj øki á landgrunninum út til oljufeløgini. Bjarni Djurholm sigur, at ætlanin er at leggja uppskotið fyri landsstýrið í komandi viku, og so verður tað borið í tingið skjótast gjørligt. –Vit vóna, at tingið klárar at avgreiða hetta málið, áðrenn valið verður útskrivað. Um hetta ikki eydnast, er vandi fyri, at tað dettur afturum eitt løgtingsval. Tað merkir, at vit koma langt út á várið, áðrenn vit kunnu bjóða nýggj øki út til oljuleiting.

 

Má ikki koma í drag

Landsstýrismaðurin sigur, at tað er umráðandi, at málið ikki kemur í drag. Vit koyra eftir eini ætlan, har ávísur samanhangur er millum 1., 2. og nú 3. rundu, tvs. at umsitingin hevur arbeitt út frá tí, at økini kunnu bjóðast út eftir samtykt í løgtinginum í desember ella eftir árskiftið. Verður tað ikki gjørt nú, so kunnu vit missa upp til eitt hálvt ár, og tað heldur Bjarni Djurholm er sera óheppið.

 

BP boring

Boringin hjá BP kann koma at fáa ávirkan á komandi útbjóðing. –Kemur BP út við einum positivum úrsliti, so kann tað økja um áhugan hjá oljufeløgunum at vera við í eini nýggjari útbjóðing sigur landsstýrismaðurin. Hinvegin heldur hann ikki, at eitt vánaligt úrslit neyðturviliga nýtist at minka um áhugan.

 

Góður fundur

Bjarni Djurholm var við á Oljutinginum í gjárkvøldið, tá komandi boringin hjá BP var á skránni, og Jonathon Truemann frá BP greiddi frá boringini, hvørjar vánir felagið hevur til brunnin, og hvønn leiklut brunnurin hevur fyri virksemið á Atlantsmótinum og fyrireikingarnar annars. Hann heldur, at fyrilesturin var sera upplýsandi. –Upplýsingarnar, sum komu fram um møguleikarnar og trupulleikarnar, vórðu sera neyvir og meira enn eg hevði roknað við kundu koma fram á einum almennum fundi, so tað er bara at fegnast um, at BP vil kunna um alt hetta. Tá hugsað verður um, hvussu opinskáraður BP stjórin var, so gevur tað okkum ikki verri vónir kanska heldur betri.