Spenningurin var stórur, tá tað í fjør stóð greitt, at valið hjá FSF um nýggja fótbóltshøll fall á høllina í Skálafirði. Sostatt tók FSF høllina í Skálafirði fram um verkætlanina á Svangaskarði og hana, sum Havnar Timburhandil stóð á odda fyri.
Men síðani hevur gingið striltið at fáa endaligu staðfestingina upp á pláss. Eftir ætlan skuldi alt projektið verða góðkent á heysti í fjør. Tann freistin er síðani útsett fleiri ferðir, og tað hevur hóvað UEFA illa. UEFA letur 12 milliónir krónur til ætlanina úr hattrick-grunninum og í evropiska fótbóltssambandinum hevur ónøgdin verið so stór um gongdina, at FSF-forsetin á seinasta aðalfundi segði, at harrarnir í UEFA vóru »bekymraðir«, sum hann málbar seg.
Kortini er freistin aftur útsett, men sum skilst, er evstamarkið, sum nú er sett, endaligt.
- Eg fái bara váttað, at freistin gongur út í dag. Og tað verður torført at leingja, sigur Ísak Mikladal, aðalskrivari í FSF.
Tað er snøgt sagt tí. at UEFA ikki gongur við til at leingja freistina meira.
- Teir eru ikki serliga fegnir um, at vit longu hava longt freistina fleiri ferðir, leggur hann afturat
Spurningurin er so, hvussu verður við teimum 12 milliónunum, sum UEFA hevur sett av til føroyskan fótbólt.
Tað er ikki greitt í løtuni.
- Vit hava ikki tosað við UEFA um tann partin, men eg vænti ikki, at peningurin fellur burtur, hóast høllin í Skálafirði ikki skuldi blivið til nakað.
Svangaskarð var við í kapprenningini um høllini á sinni. Er tað hugsandi, at peningurin ístaðin fer til Svangaskarð, skuldi tað víst seg, at toftamenn aftur leggja sína ætlan fram?
- Tað er so ein spurningur, sum FSF skal taka støðu til. Vit hava jú eisini arbeitt við ætlanum um at gera egið stadion, so tað er eisini ein møguleiki. Treytirnar frá UEFA eru, at peningurin skal nýtast til íløgur, sum kunnu gera umstøðurnar hjá føroyskum fótbólti betri og so stendur tað til FSF at gera av, hvussu tað verður gjørt best, sigur Ísak Mikladal.