- Framferðin hjá Edmundi Joensen, løgtingsformanni, er heilt burturvið.
Tað heldur fyrrverandi løgtingsformaðurin, Anfinn Kallsberg.
Anfinn Kallsberg er okkara royndasti politikari við so nógvum politiskum álitisstørvum í viðførinum eftir síni 27 ár í landspolitikki, at hann er nú er tann politikkarum, sum hevur roynt mest av teimum, sum nú sita á tingi.
Vit hava spurt hann, hvat hann heldur um leiklutin hjá løgtingsformanninum, sum nú situr og um skilið í samgonguni, sum heild.
Edmund út um alt mark
Hann heldur, at Edmund Joensen er farin út um alt mark, tí tað er als ikki hansara uppgáva at leggja eitt uppskot fyri løgtingið um at gera Føroyar til eitt valdømi.
- Høvuðsuppgávan hjá løgtingsformanninum er at vera formaður fyri alt løgtingið. Uppgávan hjá honum er at savna løgtingið og tað er ikki hansara uppgáva at leggja uppskot fyri løgtingið.
Anfinn Kallsberg heldur, at tað sjálvandi kann forsvarast, at ein løgtingsformaður leggur eitt uppskot fram fyri eitt samt løgting ella ein samdan formansskap um tingskipanina ella okkurt annað av tí slagnum.
- Men ein løgtingsformaður við einum savnandi leikluti, eigur undir ongum umstøðum at leggja eitt uppskot fyri løgtingið, sum er so umstrítt sum hetta.
- Í hesum sambandi hevur Edmund Joensen lagt eitt uppskot fram, sum hevur kvett alt løgtingið av um tvøran. Enntá sjálvur formansskapurin í løgtinginum er eisini farin av um tvøran, tí eisini hann er ósamdur um ætlanina. Harafturat er hetta eitt mál, sum allir flokkar eru ósamdir um innanfloks og sostatt hevur Edmund Joensen eisini kvett samgonguna og teir einstøku flokkarnar av um tvøran.
Vandi fyri ruðuleika
Men eitt er, at Edmund Joensen leggur eitt umstrítt uppskot fyri Løgtingið, sum tingformaður. Eitt annað er, at hann ger tað sum limur í samgonguni..
- Eg haldi ikki at einstakir tinglimir í samgonguni eiga at leggja uppskot fyri løgtingið í sjálvdrátti, tí samgongan eigur at semjast um tey málini, sum verða løgd fram.
Anfinn Kallsberg sigur, at hetta málið hevur ført við sær, at tinglimir hava hótt samgonguna og enntá sín egna flokk.
- Tað fremur avgjørt ikki samstarvið í samgonguni, tí tað ger uppgávuna hjá henni nógv torførari á øðrum økjum eisini.
- Tá ið ein einstakur løgtingsmaður í samgonguni er farin í sjálvdrátt, er tað ein spurningur, um fleiri fara at taka sær sama rættin. Tí kann hetta enda við einum ógvuliga stórum trupulleika hjá samgonguni.
Hvussu sært tú møguleikarnar fyri at gera ein fíggjarlóg undir hesum umstøðunum?
- Tað er altíð torført at gera eina fíggjarlóg, men koma vit hartil, at tinglimir í samgonguni fara at kenna seg óheftar av semjum og avtalum, síggi eg ruðuleika fyri mær. Tað er tað ringasta, sum kann og tað eiga vit at fyribyrgja.
Men hevði tað so verið rætt at útskriva nýval beinanvegin?
- Eg haldi ikki, at tað tað er rætt at útskriva nýval í óðum verkum. Men verður róð framundir anarki, so at tað ikki ber til at gera avtalur og so at tinglimir ikki kenna seg bundnar av gjørdum semjum, verður alt verður tann beri ruðuleiki og so er tað ein annar spurningur, sigur Anfinn Kallsberg.