Tú skalt vilja politikkin

Kvinnur skulu seta sær politisk mál og ganga eftir teimum.

Hetta var millum annað niðurstøðan á kvinnufundi hjá Fólkaflokkinum leygardagin Seinnapartin leygardagin skipaði Fólkaflokkurin fyri tiltaki, har tær báðar Henriette Kjær og Pia Christmas-Møller úr Konservativa Fólkaflokkinum í Danmark greiddu frá, hvussu tær hava borið seg at við at koma fram í politikki.

- Tú mást fyrst og fremst hava ein sterkan vilja um at arbeiða við tínum egna politikki. Tí er eisini alneyðugt, at tú setir tær nøkur mál, sum tú so fylgir, sigur Rúna Sivertsen, tá hon verður spurd, hvat hon ítøkiliga fekk burtur úr fundinum. Eisini sigur hon, at tað enn einaferð varð staðfest, at endamálið er ikki at troka menninir av rókini, men at koma inn og fáa títt egna ígjøgnum.

Og sum hon hevur sagt fyrr, so halda kvinnur ofta, at tær skulu vita alt um alt, fyri at bjóða seg fram.

- Men tað skalt tú als ikki. Tú skalt fylgja við og vita eitt sindur um alt. Og so skalt tú savna teg um ávís hjartamál, sum tú fert í dýpdina við, sigur hon. Hon helt fundin vera positivan og inspirerandi, og at tær høvdu ein góðan boðskap.

- Serliga var tað ein uppliving at hoyra Pia Christmas-Møller, sum fortelur á ein sera dynamiskan og livandi hátt, sigur hon.

Eini 30 fólk møttu til fundin, sum var á Hotel Tórshavn. Harímillum vóru eisini nakrir menn.

- Ongin ivi er um, at vit hava fleiri dugnaligar kvinnur í fólkaflokkinum. Men eg veit ikki, um tær eisini hava hug at stilla upp, sigur Rúna Sivertsen, sum enn ikki hevur tikið støðu til, um hon sjálv stillar upp til komandi valg.