Miðvingar tóku argjamenn á bóli

Kappróður, 8-mannafør: Miðvingur tók øll á bólið í einum sera spennandi róðri, sum ikki var avgjørdur fyrr enn bátrarnir fóru um mállinjuna

Miðvingar dugað bara hatta har við at vinna á Skálafjarðarstevnu.

Fyri nógvum árum síðan - tá miðvingur ikki kláraði seg serliga væl, kom hann sum snarljós av klárum himli og vann 8-mannafarsróðurin á Skálafjarðarstevnu.

Og leygardagin endurtók hann bragdið.

Vantandi var, at tað skuldi verða Argjabáturin, Knørrur og kanska kvívíkingur, sum skuldu togast um oddaplássini, men tað vísti seg longu tíðliga í róðrinum at Miðvingur fegin vildi hava eitt orð við í teirri avgerðini.

Hann legði seg frammalaga beinanvegin og var við í kappingini allar 1500 metrarnar.

Argjabáturin og Kvívíkingur gjørdi tað teir kundu fyri at sleppa fram um og einu løtuna sá tað út til at fara at eydnast.

Argjabáturin kom framum, men miðvingar svaraðu aftur. Og tá bátarnir fóru fram við Høgabóli og nærkaðust málinum var púra vónleyst at taka dagar ímillum hvør báturin var fremstur, Argjabáturin, Miðvingur, ella Kvívíkingur.

Tá bátarnir fóru um sjálva mállinjuna brustu tey trý skotini næstan samstundis og so javnt var teirra millum, at bert 19/100 av einum sekundi var ímillum nummar eitt og nummar trý.

Tað var sera stutt millum bátarnar. Ikki meir enn fimm sekund vóru millum nummar eitt og nummar seks, so tað skal vera løgið um ikki onkur annar bátur enn Argjabáturin og Miðvingur endar við at vinna onkran róður.

Sjóriddarin harafturímóti, var so langt aftanfyri, at har skal annað skinn um bak, um teir skulu gera sær nakrar vónir at fáa bara eitt líkinda úrslit.

Men tað ræður ikki bara um at vinna, sigst.

Úrslitið av 8-mannafarsróðrinum var annars:

1.Miðvingur7.37.04

2.Argjabáturin 7.37.11

3.Kvívíkingur7.37.23

4.Knørrur

5.Húsavíkingur

6.Ørvur

7.Sjóriddarin