Klaksvík:
Í seinastu viku bórust tíðindini um, at Jógvan Eliasen, dagligur leiðari í Atlantis, ikki heldur fram aftan á 1. mei, tá hansara upprunaliga starvstíð er úti.
? Játtanin til húsið frá býráðnum er eftir mínum tykki alt ov lítil til at kunna reka húsið, sigur Jógvan Eliasen, sum heldur ikki er nøgdur við hølisviðurskiftini.
Men hann avsannar, at tað er nakað ilt komið í millum hann og stýrið.
? Vit eru samd um, at eg ikki skal halda fram eftir 1. mei, sigur Jógvan, sum sjálvur hevur sagt allatíðina, at hann ikki væntaði, at hann fór at verða gamal í starvinum.
Men hóast tað, so er hann sera harmur um, at húsið stendur, sum tað ger. Hann sigur, at tað eru sera avmarkaði møguleikar, tí hølisviðurskiftini eru sum tey eru. Og hann leggur afturat, at tað letur til at vera sera lítil hugur frá býráðsins síðu at játta pening til onkra átroðkandi íløgu. Til dømis nevnir Jógvan, at húsið sum so slettis ikki hevur atgongd til kjallaran, og tí hevur tørv á at fáa onnur høli. Her hevur hann hugsað um, at tað kundi verðið avbera gott at bygt loftið um, og harvið fingið meira pláss.
? Húsið kann ikki skaffa pening til vega, tá møguleikarnir eru so fáir, sigur Jógvan Eliasen, sum fer úr starvinum sum dagligur leiðari í Atlantis eftir 1. mei.
Nikolina Olsen, forkvinna í húsastýrinum, sigur, at tey hava havt fund um støðuna, men enn hava tey ikki tikið endaliga støðu til, um søkt verður eftir nýggjum leiðara beinanvegin.
? Vit fara at hava ein fund aftur í vikuni, og tá taka vit endaliga støðu til málið, sigur Nikolina Olsen í stuttari viðmerking.