Bukaðir heimsmeistarar

Feinschmäcker’arnir fingu sín vilja, tá hollendska pasningsspælið sendi tríggjar bóltar handan heimsins besta málverja, tá heimsmeistaranrir fingu bank

Fótbóltur

 

Talan var um sannan avsmurning, sum Italia rendi seg í á vøllinum á Stade de Suisse Wankdorf, tá Holland var mótstøðuliðið mánakvøldið.

Í deyðsbólkinum, sum eisini telur Frakland og Rumenia, er trýstið á liðunum stórt, og tað gjørdist ikki minni hjá Donadoni og hansara monnum, sum nú standa við ongum stigi og einum vánaligum málmuni.

 

Fortuna spældi við

Og Holland var betra liðið. Eingin ivi um tað. Longu undan leiðslumálinum høvdu teir fleiri ferðir góðan møguleika at leggja seg á odda, og hóast teir leingi vóru á odda 2-0, so var talan alla tíðina um skilagott verjuspæl við hvøssum kontrabroddi, soleiðis at Italia ikki tordi at tveita ov nógv fólk fram á vøllin.

Men tá tað er sagt, so skerst ikki burtur, at hollendingar als ikki vóru óhepnir í teimum støðunum, sum førdu til málini.

Dómarin metti helst, at italskur verjuleikari, sum var staddur aftan fyri baklinjuna, gjørdi sítt til at spæla van Nistelrooy onside, og var hetta rætt, so var málið lógligt. Men tað vildi neyvan verið nakar, sum hevði mótmælt, um linjuverjin hevði veittrað Nistelrooy rangstaddan í støðuni. Og so kundi hollendski landsliðsvenjarin, van Basten, kanska halda, at tað var lagnunnar speisemi, meðan sjónvarpsmyndirnar frá einum kolldømdum EM-málið móti Russlandi í 1992 tónaðu fram á nethinnu hansara.

Italia var eisini við í dystinum, og ein av teimum heilt góðu møguleikunum høvdu teir, beint áðrenn næsta hollendska málið. Royndin varð tó bjargað á málstrikuni av van Bronckhorst, sum síðani sjálvur setti ferð á. Talan var um framúr kontraálop, har van Bronckhorst skifti langt til Kuyt, sum stútaði inn til Sneijder, sum sera varkurt flutkaði bóltin í meskarnar.

Og eisini høvdu italiumenn orsøk at iðra seg, tá triðja málið fall. Italia satsaði loksins, og talan gjørdist um einstakar góðar møguleikar at skapa spenning í aftur. Ein hesum førdi til fríspark stutt uttan fyri brotsteigin. Hesa ferð var eydnan tó ikki við Pirlo, sum bankaði bóltin á stólpan, og so gekk skjótt hinvegin. Somikið skjótt, at van Bronckhorst kundi seta eitt vakurt punktum, tá hann stútaði bóltin inn um Buffon.