skuldi setast upp á sama stað. Verandi mylla er 150kW, men ætlanin er at seta eina myllu, uppá 750 kW upp. Leiðslan hjá SEV er nevniliga av teirri fatan, at Neshagi er tað best egnaða staðið til vindorkuframleiðslu [...] SEV-stjórin er tó ikki so vísur í, at hetta er einasta orsøkin til, at felagið ikki vil selja SEV mylluna. ? NIC-Micon er størsti framleiðarin í heiminum, og teir hava vanliga stórar ordrar. Í hesum føri er ordrin [...] upp í landslagnum. Mylluna eigur SEV, og hon er ein partur av el-kervinum hjá felagnum. Nógv hevur verið skrivað og sagt um vindorku her á landi, og tað er ikki ov nógv sagt at fólk (leikfólk!) halda tað
Eyðfinsdóttir er hinvegin meiri afturlatin. Filmurin er avgjørt verdur at síggja, ikki bara tí, at hann er føroyskur og tikin upp í Føroyum. Søgan er undirhaldandi, hon hongur saman meir og minni og er konsekvent [...] eydnaðir. Á hesum øki er Edward Fuglø, ið hevur havt ábyrgdina av búnum og øðrum effektum, ein sannur meistari. Einki er av tilvild, ein ætlan liggur aftan fyri alt. Leikstjórin er varin við at missjónera [...] við tað, sum altíð hevur verið viðtikið og góðtikið, og rørir í pottinum. Søgan er hvørki stað- ella tíðarbundin, og er søgd áður í ymiskum frábrigdum. Høvuðspersónarnir Rannvá (Hildigunn Eyðfinsdóttir)
Eirikur Lindenskov Føroya Myndakalendari 2000 er útkomin. Hetta er 20. árið, at Føroya Myndasavn gevur út kalendaran og aftur hesaferð mugu vit staðfesta, at talan er um ein prýðiligan kalendara.. Litfagrar [...] Forsíðmyndin er tikin í Dali á Sandoynni. Myndakalendarin er av sonnum ein fragd fyri eyga. Fleiri av myndunum eru vakrar loftsmyndir, ið úr erva sýna okkum, hvussu vøkur føroyska náttúran er, bæði í summar [...] mi, so er so eyðkent, tá vit nærkast oyggjunum í flogfari, har brimið sæst bróta um boðar og sker. Til føroyingar og ferðandi Myndakalendarin er eitt framúrskarandi amboð hjá ferðavinnuni. Her verða Føroyar
kr. í halli um vikuna at bera Dimmuna út. Hvussu fer at spæla av í hesum máli er ilt at meta um. Vit halda okkum í hvussu er vera heilt órímiliga viðfarnar og hava latið sakførara málið. Og verður málið [...] mundið var feilprosentið hjá einum nógv meira samarbeiðsáhugaðum Sosiali heilt niðri á 0,2%. Og júst her hava vit havt stóra trupulleikan við samstarvinum við Dimmu: Teir noktaðu tvørt at geva okkum ein [...] rættis. Í greinini sigur Georg, at tað ikki hevði verið »ráðiligt« at fingið okkum ein lista, og at tað er »eitt ivamál, um tað ber til at lata skrásetingina í hendurnar á øðrum«. Hvør skal sigða: Tað hevði
vóru tíðindini, nú tað um dagarnar frættist, at nú er av álvara vend komin í. 235 børn verða fleiri í fólkaskúlanum komandi skúlaár. At hetta nú er ein politiskur trupulleiki skapar ikki álit á politisku [...] eykajáttanir - tá tað so hissini passar landsstýrismonnunum. Men er tað rætt, at taka allan tann føroyska fólkaskúlan sum gísla? Nei, tað er tað ikki. Nú vita vit, at landsstýrið hevur sett sett sær høgt [...] nørist! Er tað rætt, at umsitingin ikki hevur stundir at loysa dagligu trupulleikarnar, tí fólk sita í ymsum nevndum í fullveldisarbeiðinum, so verður ikki rætt atborið í landsumsitingini. Er tað eisini
Føroyum, men sum kortini ikki hevur gjørt so nógvan háva burtur úr sær, er tað italska Agip. Agip hevur tó verið við í GEM frá byrjan. GEM er eitt samstarv millum meira enn 20 altjóða oljufeløg á Føroyaøkinum [...] Hetta samstarv snýr seg um eitt nú umhvørvis- og trygdarspurningar. Talan er um eitt rættiliga einastandandi samstarv, tí hetta er fyrstu ferð í altjóða oljusøguni, at oljufeløg hava tikið upp samarbeiði [...] avtaluna av stórum týdningi fyri bæði Føroyar og oljufeløgini. Hon er eitt positivt stig fyri Føroyar og Bretland og fyri oljuídnaðin. Hon er vissuliga eitt gott tekin til oljuídnaðin júst í hesum døgum. Hóast
at hann er alt tað, sum Jesus er. Gud er kærleiki og Gud er alt tað, sum er gott. Tað er mín ásannan, mín vitnisburður og mín trúgv. Og tað kunnu allir heimsins pástandir, frá hvørjum tað so er, ikki broyta [...] sigur Gud um seg sjálvan, at hann er kærleiki, men hann er eisini logandi eldur! Enntá tey, sum siga, at Gud er óndur, elskar Gud. Tað er Gud, sum heldur lív í teimim, tað er Gud, sum hevur givið teimum teirra [...] hvørt Gud er barnamordari, manschauvinist og diktator ella ikki. Fyri tað fyrstu, eru hetta blasfemiskar hugsanir í mínari verð, og tað er so sín søk, men hetta er eisini skilaleys hugsan. Gud er ikki mordari
hevur verið at tríva í, so hevur bíðitíðin kenst sum at vera í eini dvalastøðu. Nú er alt hetta broytt. Bráddliga er 1. útbjóðing í eygsjón og skulu tað gerast nógvar fyrireikingar. Í hesum sambandi eru [...] oljufeløgunum fyri teimum teimum økjunum, sum eru vorðin føroysk burturav, nú eftir at markið er komið uppá pláss. Hetta er alt ein liður í fyrireikingunum av tí fyrstu útbjóðingini, sum - gongst alt sum ætlað [...] hjá Shell í London, har tey vórðu kunnað um arbeiðið hjá Shell og samtakinum Shell er í á føroyskum øki. Í tí samtakinum er so eisini BP/Amoco. Vitjað varð á høvuðsskrivstovuni hjá Shell og vórðu føroysku
tað. Her er m.a. talan um at samskipa ymiskt inni í tí nýggja Oljumálastýrinum, sum í dag liggur aðrastaðni, td. jarðfrøði, umhvørvi ol. Løgmaður sigur, at tað, sum liggur í øllum hesum er, at oljan nú fær [...] meðan oljumálini hava verið á einum meira fyrireikandi støði. -Nú meta vit, at oljan er eitt størri øki, og tá Vinnumálastýrið er eitt minni stýri, so halda vit, at vit skulu geva oljuni ta tyngd, eisini politiskt [...] hetta stig er ein ?falliterklering? til Vinnumálastýrið og leiðsluna har. Hetta er bara ein heilt náttúrligur partur av einum útviklingi. Anfinn Kallsberg, løgmaður heldur eisini, at hetta er eitt gott
uppgávuna, sum stendur fyri framman í morgin, tá Skotland, sum er styrkismett í næsthægsta bólkinum í Europa, er mótstøðuliðið á Svangaskarði. Tað er sjáldan, at allir spælararnir, sum landsliðsvenjarin hevur [...] omanfyri nevndu taka stóra ábyrgd. Tá hetta er sagt, so skal verða lagt afturat, at tað er sera lítið sannlíkt, at allir teir omanfyri nevndu koma á vøllin. Sum sagt, so er Henning leikbannaður, og tað tykist [...] vera saman við sær, eru á Toftum, men ein teirra fær ikki loyvi at vera við í morgin. Tað er Henning Jarnskor, sum er leikbannaður móti Skotlandi, men verður tøkur aftur móti Bosnia-Hersegovina. Royndir menn