Á syðra enda á Eystuoynni stendur ein vindmylla og dagar upp í landslagnum. Mylluna eigur SEV, og hon er ein partur av el-kervinum hjá felagnum.
Nógv hevur verið skrivað og sagt um vindorku her á landi, og tað er ikki ov nógv sagt at fólk (leikfólk!) halda tað verða løgið, at tað ikki ber til bara at hava vindorku her heima.
Hjá SEV hava teir verið eitt sindur varnir við at fara undir at framleiða orku úr vindi, men hóast tað, so hevur felagið gjørt nakrar royndir á økinum.
Royndirnar eru gjørdar við vindmylluni, sum stendur i Neshaga, syðst á Eysturoynni, og fyri eini tíð síðani avgjørdi leiðslan í Sev, at ein nýggj og størri mylla skuldi setast upp á sama stað.
Verandi mylla er 150kW, men ætlanin er at seta eina myllu, uppá 750 kW upp.
Leiðslan hjá SEV er nevniliga av teirri fatan, at Neshagi er tað best egnaða staðið til vindorkuframleiðslu av teirri orsøk, at vindur er javnastur á hesum stað, sammett við onnur støð.
Framleiðarin
skifti meining
Leiðslan í SEV hevur havt samráðingar við størsta vindmylluframleiðaran í heiminum, og tað er ein fyritøka, sum eitur NEC-Micon í Randers, um at keypa eina vindmyllu frá teimum.
Samráðingarnar vóru komnar so væl áleiðis, at keypssáttmálin skuldi undirskrivast, og avgjørt var, at myllan skuldi setast upp einaferð í august.
Men ein dagin fyri nøkrum mánaðum síðani fekk stjórin í SEV, Klæmint Weihe bræv frá NEC-Micon, har sagt varð frá, at felagið hevði avgjørt ikki at selja SEV mylluna.
Klæmint Weihe sigur við Sosialin, at framleiðarin segði orsøkina verða tey serligu vindviðurskiftini í Føroyum, og at teir vóru bangnir fyri sínum umdømi, um so var, at eitthvørt skuldi hent við mylluni.
SEV-stjórin er tó ikki so vísur í, at hetta er einasta orsøkin til, at felagið ikki vil selja SEV mylluna.
? NIC-Micon er størsti framleiðarin í heiminum, og teir hava vanliga stórar ordrar. Í hesum føri er ordrin bert upp á ta einu mylluna, og eg rokni við, at teir eru bangnir fyri, at kostnaðirnir við bert at hava eina myllu í Føroyum, eru ov stórir.
Hvør er orsøkin til tað?
? Tá ein slík mylla, sum henda skal flytast til Føroya er neyðugt við serligum flutningsfyriskipanum, og tær eru ikki heilt ódýrar, sigur Klæmint Weihe.
Royna við góðum
Boðini frá NIC-Micon komu sjálvandi dátt við hjá SEV, tí við hesum fór øll tíðarætlanin í vaski.
? Vit høvdu avgjørt, at seta mylluna upp í august, men tað ber ikki til nú. Arbeiði við at gera fundamenti er ikki byrjað av teirri orsøk, at framleiðarin sigur nei, og nú er eingin vón at fáa tað gjørt í ár. Til tað er alt ov langt útliðið, sigur Klæmint Weihe.
Væntar tú at tað fer at eydnast at fáa teir at skifta meining enn einaferð?
? Tað tori eg ikki at siga nakað um, tí vit hava ikki fingið svar upp á brævið enn. Men tað kann tykjast løgið, at framleiðarin soleiðis skiftir meining, tí hann kennir viðurskiftini, sigur Klæmint Weihe.
Og rætt hevur hann, tí vindmyllan, sum stendur í Neshaga, hon er nevniliga frá sama framleiðara.
Einasti munur er, at tá kallaðist felagið Nordtank og vóru ikki so stórir, sum teir eru í dag.
Um so er, at henda ætlanin fer í vaski, so eru kortini útlit til, at ein nýggj og størri vindmylla verður sett upp í Neshaga, um ikki í ár, so møguliga í næsta ár.
? Eydnast tað ikki, so fara vit til onkran annan framleiðara, tí tað eru fleiri at taka av, sigur Klæmint Weihe.