Áhugin hjá útlendskum oljufeløgum at vera við í oljuleiting við Føroyar er framvegis stórur. Hóast oljuprísirnir eitt skifti fóru heilt niður í botn, so hava feløgini kortini ikki slept takinum, helst tí tey longu hava brúkt fitt av peningi til forkanningar, og tí tey framvegis hava vónir um at finna olju og gass her. Nú eru so fleiri nýggj positiv tekin. Eitt nú eru oljuprísirnir hækkaðir munandi, og herfyri varð so avtala gjørd um markið millum Føroyar og Bretland.
Eitt av teimum heilt stóru altjóða oljufeløgunum, sum leingi hevur fylgt væl við gongdini í Føroyum, men sum kortini ikki hevur gjørt so nógvan háva burtur úr sær, er tað italska Agip.
Agip hevur tó verið við í GEM frá byrjan. GEM er eitt samstarv millum meira enn 20 altjóða oljufeløg á Føroyaøkinum. Hetta samstarv snýr seg um eitt nú umhvørvis- og trygdarspurningar. Talan er um eitt rættiliga einastandandi samstarv, tí hetta er fyrstu ferð í altjóða oljusøguni, at oljufeløg hava tikið upp samarbeiði um eitt nú umhvørvismál í einum nýggjum øki, langt áðrenn tí fyrstu útbjóðingina.
Um tað varð tilætlað ella av tilvild, at AGIP hevði sín fyrsta formella fund við Oljumáladeildina beint eftir, at marknaavtala varð undirskrivað er óvist. Men ikki kann sigast annað enn, at tað var væl ?timað?, tá tvey umboð fyri Agip bankaðu á dyrnar í gróthúsinum á Debesartrøð. Franco Polo og Ron Lansdell, sum standa á odda fyri kanningunum á Atlantsmótinum hittu leiðaran á Oljumáladeildini, leiðaran á Jarðfrøðissavninum og onnur. Har kunnaðu teir føroysku myndugleikarnar um tað arbeiði, sum Agip higartil hevur gjørt á føroyska landgrunninum.
Franco Polo, leitingarstjóri sigur, at tað er av til-vild, at fyrsti veruligi fundur teirra við Oljumáladeildina var beint í kjalarvørrinum á undirskrivingini av marknaavtaluni. Og tá vit spyrja hann um avtaluna, sigur hann seg vera sera fegnan um hana. Hann metir avtaluna av stórum týdningi fyri bæði Føroyar og oljufeløgini. Hon er eitt positivt stig fyri Føroyar og Bretland og fyri oljuídnaðin. Hon er vissuliga eitt gott tekin til oljuídnaðin júst í hesum døgum.
Hóast Agip hevur verið lítið frammi, so hevur felagið kortini gjørt sítt heimaarbeiði. Teir hava keypt fitt av seismiskum tilfari og tulkað tað. Og tað er heldur einki dulsmál, at Agip er eins áhugað fyri eini komandi útbjóðing sum restin av oljuídnaðinum vísir Franco Polo á. Nú síggja teir fram til at frætta meira um treytirnar fyri komandi útbjóðing.
Í løtuni arbeiðir Agip saman við Marathon í GEM, og hava teir eitt sera gott samstarv. Ætlanin er tó at vera í einum størri bólki, tá tað kemur nærri eini útbjóðing.
-Men man má kenna treytir ol., áðrenn tú leggur endaligu strategiiina tvs. eitt nú hvørjum feløgum tú tá vil arbeiða saman við.
Vit spurdu Franco Polo um føroyska økið framvegis er kappingarført við onnur djúpvatnsøki?
-Tað veldst fyrst og fremst um oljuprísin. Øll djúpvatnsøkini eru frontierumráði, og sjálvt um tú jarðfrøðiliga hevur góð hugskot, so er oljuprísurin tað, sum ger av, hvat tú kanst gera.
Men ein oljuprísur uppá 17 dollar fyri tunnuna er ein rímuligur prísur fyri at leita eftir olju her leggur italiumaðurin aftrat.
Hvat heldur hann so um møguleikarnar at finna olju og gass við Føroyar?
-Vit í Agip og øll onnur oljufeløg eru her, tí vit halda, at her eru møgu-leikar. Vit høvdu heldur ikki brúkt pengar til at keypa data, um vit ikki hildu økið vera áhugavert.
Franco Polo heldur annars ikki, at bíðitíðin eftir markinum er burturspilt. -Vit hava arbeitt eftir eini ætlan og halda, at tað nú er rætta løtan til at fara víðari.
Føroyingar borið seg rætt at
Sjálvur heldur hann, at føroyingar hava borið seg rætt at higartil. -Tit hava eina sera skilagóða, búnað og positiva oljuumsiting, sum veruliga sýnist at taka hædd fyri øllum, bæði tí sum samfelagið og ídnaðurin ynskja.
Franco Polo heldur eisini Føroyar vera í eini sera hepnari støðu, nú landið er nærum umringað av tjóðum, sum hava drúgvar royndir í oljuvinnuni. -Tit hava tí møguleika at kunna brúka tað besta frá øðrum, tvs. tit kunnu fáa nyttu av royndunum og tøkniliga útviklinginum aðrir hava gjørt, og sum brúk er fyri í nettup einum nýggjum øki sum Føroyar. Tit kunnu solda mistøkini, sum aðrir hava gjørt, frá - og bara taka tað besta frá teimum. Hetta haldi eg er ein sera góð útgangsstøða at hava hjá eini nýggjari oljutjóð sigur Franco Polo. Her hugsar hann bæði um tann tøkniliga og tann samfelagsliga partin.
Agip er ikki nakar dvørg-ur í oljuhøpi. Felagið liggur millum nr. 5 og 7 á listanum yvir heimsins størstu oljufeløg, alt eftir hvussu tú mátar hetta. Felagið hevur skrivstovur í meira enn 70 londum og hevur meira enn 80.000 fólk í arbeiði. Felagið arbeiðir eisini í Norðsjónum og er nú av álvara farið at vísa nýggja oljulandspartinum, Atlantsmótinum ans. M.a. eru teir sera virknir í Írlandi.