Lat meg sláa fast beinan vegin, at hetta verður mín seinasta viðmerking til hetta mál.
Eg tími ikki at gera viðmerkingar til alt tað, sum tú skrivar. Tí tú fert gjøgnum alla viðmerking mína í smálutum, og tað verður ov drúgt her aftur at viðmerkja tínar viðmerkingar. Og mangar av teimum eru leiðandi eisini, tykir mær, og eg leggi einki í, at mær skal fyriskrivast, hvussu eg skal svara. Og eg haldi heldur ikki, at tað tænir nøkrum endamáli. Vit eru eins ósamdir kortini. Eg kann tó taka onkra upp úr rúgvuni.
Tú biður meg t.d. svara upp á, hvørt Gud er barnamordari, manschauvinist og diktator ella ikki. Fyri tað fyrstu, eru hetta blasfemiskar hugsanir í mínari verð, og tað er so sín søk, men hetta er eisini skilaleys hugsan. Gud er ikki mordari á nakran hátt, bara menniskju kunnu vera mordarar. Fyri Gudi er eingin deyði til, men bert ein yvirgangur frá hesum lívinum til tað æviga. Tað er Gud, sum hevur sett okkum inn í henda heim, tí er tað eisini bara Gud, sum kann taka okkum út higan aftur. Himin og jørð eru Guds, so bara Gud kann avgerða, nær eitt menniskja skal flyta yvir um, um tað so er sum barn ella sum vaksin. Fyri Gudi er tað ein spurningur um fluttning.
Júst tí, at ævigur dómur er til, má bara Gud avgerða, nær eitt menniskja skal flyta (nær tað skal doyggja í okkara forstandi), tí hann er Gud og sum Gud veit hann, nær vit eru klár ella um vit nakrantíð vera klár at flyta. Tí er tað so álvarsligt at drepa menniskju, tú kanst við tí ræna ævinleikan frá tí eisini. Og um tú drepur ein frelstan, so rænir tú tað ljós og tann vitnisburðin úr heiminum, og so kunnu menniskju av teirri grund fara fortapt. Hetta er bara ein grund, høvuðsgrundin til, at vit ikki mugu drepa, er annars 5. boð. Annars eru ótalligar aðrar og góðar grundir, sum hvørki tíð ella pláss er at koma inn á.
Tá ein ferð út í bløðini at tosa um Gud, eigur ein at kenna bíbliuna. Hvar í bíbliuni sært tú Gud sum manschavinist? Tí hann setti mannin yvi kvinnuna? Hann kundi sjálvandi havt sett kvinnuna yvir mannin? Møguliga hevur hann hugsa, at maðurin var nú her fyrst og av honum er hon tikin? Hvat veit eg? Men Gud hevur so samstundis við tignini, boði manninum, at elska og æra hana eins høgt og seg sjálvan. Og fyri alt tað, hevur Gud ikki rætt til at gera sum hann vil? Hansara er hóast alt jørðin og allur skpaningurin. Skulu vit siga Gudi, hvussu hann skal skipa fyri?
Annars elskar Gud kvinnuna eins høgt og mannin. Til stuttleika kann eg nevna, at mær tykir, at Gud helst hevur útjavna valdbýtið millum mann og kvinnu á tann hátt, at hann hevur givið kvinnuni serstakt snildi. Tí sum oftast fær hon sín vilja, tykir mær, og mangan enntá við at lata mannin halda, at tað er hansara vilji, ið verður framdur. Men hatta er nú bert eitt persónligt ástøði.
Júst í sendingunum, Kvinnan í skriftini, hava vit hoyrt so frálíka nógv góð dømi um, at Gud mangan hevur sett kvinnur sera høgt og í avgerðandi støðum. Annars er bara at lesa í bíbliuni.
Gud leggur bert dent á undirgeving, sigur tú. Har mugu vit eisini nýta vit og skil. Øll menniskju eru undirgivin maktum og ráðum av ymsum slag: Tingum, stjórnum, stjórum og formonnum o.s.fr. Gud er Gud, okkum tørvar eina lítla fatan av, hvat Gud er fyri at skilja Guds krav upp á undirgevan. Vit seta ikki spurnartekin við allar hinar leiðslurnar. Hví í allari víðu verð skuldu vit so sett spurning við leiðsluna hjá bossinum yvir allar bossar? fyri at brúka eitt jarðbundi mál. Gud er Kongur kongana og Harri harrana, segði eg í fyrru viðmerking mínari, og tað var ikki av tilvild eg nevndi tað tá. Gud hevur einfalt krav upp á undirgevan frá okkum. Hví? Tí at hann er Gud! punktum. Um vit so velja, at leggja Gud burtur úr, og ikki undigeva okkum honum, hóast at vit (og tað av røttum) undirgeva okkum øllum hinum, so er tað okkara avgerð. Men tann avgerðin fær avleiðingar, sjálvsagt. Í heiminum verður ein slíkur vanliga róptur lógloysingur og brotsmaður. Tað sama er galdandi í andans verð.
Annars, um Gud er diktator, so er hann verðins lagaligasti diktator. Eg haldi, at vanliga hugsan man vera, at hann blandar seg sera lítið upp í okkara viðurskifti. Hann hevur yvirlati okkum jørðina at umsita, og tað haldi eg, vit hava fingið góðan fri til. Kanska ov góðan kundu vit heldur sagt, tí er skilið sum tað er.
At samanlíkna Gud og Hitler er langt úti. Tað er at gera ljós til myrkur. Hevði tað verið Satan og Hitler, sum vórðu samanlíknaðir, hevði eg skilt tað. Hitler var týðuliga settur av Satan sjálvum, og sama kann sigast um t.d. Stalin og Pol Pot, bert fyri at nevna teir ringastu. Gud er sannorðaður, Gud hevur ongantíð gjørt nakað, ið stríðir móti hansara orði. Hitler var reindyrkaður lygnari og helt aldrin orð, uttan so, at tað tænti honum sjálvum. Var Gud sum Hitler, so var hann sum Satan, og so høvdu Satan og Gud einki havt at stríðast um. Júst tí, at Gud er alt tað, sum Satan, illu andarnir og øll ónd menniskju, ikki eru, er stríð. Og tað er stríð millum ilt og gott!
Míni orð, har eg, tá eg síggi bíbliunar málistokk fyri náði, kærleika og miskun, sanni saman við Paulusi, at ?í mær býr einki gott,? fært tú til, at so gera øll kristin bara væl? Har skilji eg ikki samanhangin hjá tær. Eg dugi ikki at síggja, at tað sigur nakað um tey kristnu sum heild. Tað var heldur ein persónlig ásannan av, at í mær sjálvum eri eg ikki nóg góður, mær fattast dýrd Guds. Somu niðurstøðu kom Paulus til, og somu niðurstøðu mugu øll trúgvandi koma til, fyri at ognast frelsuna.
At enda vil eg siga, at tað er ein spurningur um at kenna Gud og ikki at kenna Gud. John, eg síggi klárt, at tú tosar um tann, sum tú ikki kennir. Kendi tú Gud, tosaði tú ikki so, tað eri eg æviga vissur í. Tí Gud er kærleiki. Øll trúgvand menniskju, sum eru komin nær inn til Guds ? tí tað kanst tú koma og tað ynskir Gud ? tey hava sanna, at Gud er ein eymur og kærleiksfullur faðir.
Annars kann hvørki eg ella nakar annar trúgvandi svara tær upp á gátuna um Helviti. Eg kann bert siga, at Helviti er ikki til vegna Guds óndskap, men vegna Guds rættvísi. Annars sigur Gud um seg sjálvan, at hann er kærleiki, men hann er eisini logandi eldur!
Enntá tey, sum siga, at Gud er óndur, elskar Gud. Tað er Gud, sum heldur lív í teimim, tað er Gud, sum hevur givið teimum teirra familju og teirra vinirnar, sum tey eru góð við. Tað er lætt at hata, men tað er mangan tungt at takka. Fara vit at hugsa um, hvat vit í grundini kunnu takka Gudi fyri, so gerast vit bilsin. Tað er faktist eingin endi á tí, hóast mótgongd og trongd.
Vegurin at kenna Gud, er at takka honum fyri allar góðgerðir hansara. Tá opnast okkara eygu, og vit kunnu ikki gevast at takka og prísa honum fyri kærleika, náði og miskun hansara móti okkum, ótakksomu, óargaligu og spiltu menniskjum.
Hvat vita vit neyðar menniskju um skaparverkið? Vit kenna ikki allar Guds ætlanir. Vit vita bara tað, sum Gud sjálvur opinberar okkum. Og til tín og mín sigur Gud: ?Hin Gudleysi vendi um frá vegi sínum, og órættarmaður frá svikaráðum sínum og vendi sær til Harrans, tá skal hann miskunna honum, til Guds várs, tí hann fyrigevur ríkliga. Tí at hugsanir mínar eru ikki hugsanir tykkara og vegir tykkara ikki vegir mínir, sigur Harrin; nei, sum himin er hægri enn jørðin, soleiðis eru vegir mínir hægri enn vegir tykkara og hugsanir mínar hægri enn hugsanir tykkara.? Jesaja 55. 7-9.
Nei, eg skilji ikki allar Guds vegir, men eg kann vitna, at hann er alt tað, sum Jesus er. Gud er kærleiki og Gud er alt tað, sum er gott. Tað er mín ásannan, mín vitnisburður og mín trúgv. Og tað kunnu allir heimsins pástandir, frá hvørjum tað so er, ikki broyta upp á. Og tað er mín endaliga viðmerking í hesum máli.
Sonni Jacobsen










