Müller og Stakksund og útberingin av Dimmalætting

Í samband við at Georg L. Petersen í Dimmalætting týsdagin 1. juni hevði eina grein undir heitinum »So slitnaði samstarvið um blaðútbering«, og greinskrivarin luttvíst ikki bara fingið allan samanhangin við, og lutvís megnaði at forvrøvla tað, hann helt seg hava fingið við, eru vit noyddir til at lýsa sakina frá okkara síðu.

Fyritøkan Müller & Stakksund varð stovnað um árskiftið einamest við tí fyri eyga, at bera út lýsingarbløð og onnur bløð. Og tá Postverk Føroya gavst við at bera út bløð leygardag, var tað natúrligt at bjóða okkum fram.

Samráingar vóru tiknar upp við Dimmalætting og Sosialin, og tað endaði við, at ein avtala kom í lag. Sum grønir á økinum tryggjaðu vit okkum eina tríggjar mánaða langa tillaðingartíð, har tað skuldi kunna lata seg gera at justera avtaluna, og har báðir partar skuldu kunna siga avtaluna upp.

Lat tað vera sagt beinanvegin: Eingin hevði ímyndað sær, at útberingin fór at virka feilfrítt beinavegin, heldur ikki Dimma! Hóast samstarvstrupuleikar og beinleiðis mótarbeiðing frá byrjan, hevur tað eydnast okkum at betra um útberingina viku eftir viku, og við sættu útbering -tað næstseinastu - vóru tað bert 0,6% feilútberingar. Hesar feilir kundu vit havt rættað longu eftir tvær vikur, um vit høvdu havt teir neyðugu upplýsingar. Um sama mundið var feilprosentið hjá einum nógv meira samarbeiðsáhugaðum Sosiali heilt niðri á 0,2%. Og júst her hava vit havt stóra trupulleikan við samstarvinum við Dimmu: Teir noktaðu tvørt at geva okkum ein haldaralista, so vit kundu leggja eina effektiva útbering til rættis.

Í greinini sigur Georg, at tað ikki hevði verið »ráðiligt« at fingið okkum ein lista, og at tað er »eitt ivamál, um tað ber til at lata skrásetingina í hendurnar á øðrum«. Hvør skal sigða: Tað hevði neyvan verið lógligt! Men hann hevur longu frammanundan í somu grein mótsagt sær sjálvum. Her sigur hann nevniliga, at bløðini, tá tey verða send út, eru buntað til hvønn einstakan útberara ? »sum hevur ein lista av nøvnum at ganga eftir!« Listan hava teir sjálvsagt fingið frá Dimmu!

Ája!

Í hesum sambandi rann mær í huga ein sjónvarpsending, eg sá fyri stuttum, um ein amerikanskan professara, sum gjørdi vísindarligar kanningar av, hvussu gott minni ymisk dýr høvdu. Á einum aftasta plássi kom gullfiskurin, neyðardýrið, hvørs minni bert rakk trý sekund. Og havandi í huga avstandin millum mótsøgnirnar hjá Georgi kunnu vit hervið sláa fast, at amerikanski professarin nokk ikki hvur gjørt kanninga á brúnni á Dimmu enn.

Eisini tvíheldur Georg um, at tað ikki var avgerandi fyri góðskuna av okkara arbeiði, um vit høvdu ein haldaralista. Til tað kunnu vit bert siga, at tað var heilt avgerandi!

Hvussu skal ein annars kunna leggja eina skilagóða útbering til rættis? Tað vildi svarað til, at Georg fór á verkstað við bilinum, men noktaði at siga, á leið hvat var galið, og um nakað var galið í heila tikið, ella at hann fór til læknan men tvørt noktaði at upplýsa, um hann hevði trupulleikar við minninum, vírigginum ella vaniljukransinum.

Hvussu trupult tað í veruleikanum er at fáa Føroya stórsta blað út til haldarnar vísir Georg sjálvur á í endanum av greinini, har hann væntar enn fleiri villur í komandi útberingum - og tað sjálvt um hann hevur nýggjasta, til-dags førda haldaralistan at halda seg til!

Meiri skakandi fyri okum er tað, at vit seinastu dagarnar hava fingið fleiri uppringingar av vreiðum útberarum kring landið; útberarum, sum vit við bit og slit hava funnið fram til og lagt lag á, sum sjálvsagt skulu bera onnur bløð út nú,- ja sum eru sjálvt grundarlagið undir fyritøku okkara. Og teir siga samljóðandi, at teir eru uppringdir av Dimmalætting, sum hevur roynt at fáa teir at arbeiða hjá sær í staðin!

»Jamen, hvussu hava teir á Dimmu fingið fatur á útberaralistanum?« spyr kanska onkur vakin lesari. Jú hann hava vit tíanverri í okkara naviteti sjálvir givið teimum. »Í trúnaði« varð sagt og fyri at arbeiðið skuldi ganga so lætt sum gjørligt.

Her hava vit altso eina støðu, har ein av okkara elstu og best konsilideraðu fyritøkum miðvíst og eirindarleyst gnagar av einum av okkara yngstu og ringast konsilideraðu ditto!

Í hesum sambandi kunnu vit upplýsa, at tað faktist hevur kostað Müller & Stakksund o. u. 10.000 kr. í halli um vikuna at bera Dimmuna út.

Hvussu fer at spæla av í hesum máli er ilt at meta um. Vit halda okkum í hvussu er vera heilt órímiliga viðfarnar og hava latið sakførara málið. Og verður málið tikið upp til dóms, plagar rætt og rímiligheit sum oftast at vinna frama.

Hinvegin, ein av okkara stóru vinnulívsmonnum skal hava sagt, at ein ongantíð skal vera fornermaður longri enn tað loysir seg, so vit vóna at fáa samstarvið í lag við Dimmu skjótast gjørligt, báðum fyritøkum til frama.


Vegna Müller & Stakksund

Lars Müller og Høgni Stakksund