Turið Kjølbro
Filmirnir hjá Katrini Ottarsdóttir, einasta filmsleikstjóra, føroyingar eiga, taka allir viðkvom evni fram. Viðkvom evni soleiðis sum føroyingar og oyggjafólk annars síggja tey. So er eisini við hesum triðja spælifilminum hjá Katrini, Bye Bye Blue Bird, ið hevði heimsfrumframførslu leygarkvøldið í Norðurlandahúsinum. Filmurin fer undir yvirflatuna, pilkar við, setir spurnartekin við tað, sum altíð hevur verið viðtikið og góðtikið, og rørir í pottinum. Søgan er hvørki stað- ella tíðarbundin, og er søgd áður í ymiskum frábrigdum.
Høvuðspersónarnir Rannvá (Hildigunn Eyðfinsdóttir) og Barba (Sigri Mitra Gaïni) eru á ferð landafrøðiliga og mentalt - nøvnini á persónunum eru ikki tilvildarlig. Endamálið við einum road-movie er, at tú byrjar eina staðni og endar eina aðra staðni, broyttur og mentur. Heima- úti - heima. Jú longur norður í landslagnum tær koma, jú hægri fjøllini verða, meir dramatiskt og spennandi verður.
Genturnar vistu ikki, hvat tær leitaðu eftir, men tær funnu tað. Hóast tær ikki hava lagt nakra ferðaætlan, vita tær, hví tær eru komnar heimaftur og hvørji ørindini eru. Í viðførinum hava tær loyndarmál og samstundis eitt ynski um at rudda upp í viðurskiftunum við foreldur og familju. Tær eru komnar heim úr stóru verð, har tær hava roynt ymiskar avbjóðingar. Erpnar eru tær, tosa franskt og enskt sínámillum fyri at gera seg upp, ganga í litføgrum, sprøklutum klæðum, og eru annars hástórar og niðurlátandi mótvegis fólkunum, tey koma í samband við.
Tær eru vinkonur, men eru ikki erligar hvør við aðra. So við og við, longri tær koma eftir landavegnum, kemur søga teirra fram.
Rúni (Jóhan Dalsgaard) verður vegvísarin hjá gentunum. Sjálvur hevur hann trupulleikar at stríðast við. Eisini hann hevur brostnar dreymar og loyndarmál. Hann er partur av kulissunum í filminum, og Rannvá og Barba brúka hann og hann tær, soleiðis at hann fær orku og dirvi til sítt, sína útloysing fyri sínum frustrasjónum. Eina ferð koma tær honum ov nær, og hann ripar tær úr bilinum, men angrar tað og vendir við aftur. Hann hevur í byrjanini ilt við at finna fótafestið, men tá ið filmurin endar hugsar tú, at hann skal nokk finna út av tí.
Filmurin er ikki ein sjálvsmynd av leikstjóranum, men viðurskifti, persónliga søga og lagna leikstjórans hava týðandi leiklut í filminum og eru at finna í fleiri løgum í filminum. Filmurin er um at tora at taka ábyrgd av egnum gerðum og at vaksa so mikið, at ein steðgar á og ger sær hetta greitt. Tað eru nógvir snøklar á lívsins vegi, og skal alt ikki fløkjast upp í røkur, verður tú noydd at greiða tíni viðurskifti.
Bye Bye Blue Bird er samstundis ein filmur um dupultmoral, brostnar dreymar og eydnuleysar lagnur. Um at finna seg sjálvan og at finna saman. Arbeiðsheitið á filminum var Små øer er kun for fugle der kan flyve væk. Hetta er eisini útgangsstøðið í filminum, men genturnar koma til endans hvør í sínum lagi til eina nýggja sjálvstilvitan. Tær mennast og seta spurnartekin við tað, tær trúu uppá, tá ið ferðin byrjaði.
Vakra og bergtakandi náttúran, óbroytta bygdalívið og bygdafólkini, verða sett upp ímóti sjálvsøknu og erpnu atferðini hjá gentunum og búnarnar og sminkuna, tær klæða seg í. Náttúran og fólkini eru kørg, køld og fánað, meðan genturnar eru sprelskar, heitar og litríkar. Serliga hesir mótsetningarnir eru væl eydnaðir. Á hesum øki er Edward Fuglø, ið hevur havt ábyrgdina av búnum og øðrum effektum, ein sannur meistari. Einki er av tilvild, ein ætlan liggur aftan fyri alt.
Leikstjórin er varin við at missjónera, men kortini ger hon upp við ta einføldu og fábroyttu myndina nógv hava av Føroyum, ikki minst vit, ið búgva her.
Leikaraavrikini eru sum heild góð og sterk. Jóhan Dalsgaard vísir í leiklutinum sum Rúni, at hann dugir annað og meiri enn at tað vit kenna hann fyri. Og gott tað sama. Genturnar eru sannførandi, sprelskar og natúrligar, alt í einum, serliga Sigri Mitra Gaïni. Hildigunn Eyðfinsdóttir er hinvegin meiri afturlatin.
Filmurin er avgjørt verdur at síggja, ikki bara tí, at hann er føroyskur og tikin upp í Føroyum. Søgan er undirhaldandi, hon hongur saman meir og minni og er konsekvent. Uttan at hava stórvegis skil fyri myndum, vil eg siga, at tær eru væl tiknar upp, serliga nærmyndirnar.
Filmurin gevur okkum eitthvørt at hugsa um, men er kortini ikki ein vit fara at minnast leingi. Ikki so sjáldan var ringt at hoyra, hvat genturnar søgdu, tí ljóðgóðskan var so vánaligt. Tað gjørdi, at tað var trupult at fanga allar leysu endarnar, sum síðusøgurnar løgdu út. Tað var sera spell, tí uttan iva er eitthvørt týdningarmikið gloppið. Eitthvørt, ið hevur týdning fyri heildina.