Føroyar fáa nú sítt sjeynda aðalstýri. Í Tinganesi er avgjørt at seta á stovn eitt oljumálastýri. Anfinn Kallsberg, løgmaður sigur við Tíðindablaðið Sosialin, at nú marknaavtalan við bretar er komin uppá pláss, verður alt oljumálið prioriterað so mikið høgt, at eitt sjálvstøðugt aðalstýri hereftir fer at taka sær av oljumálum burt-urav.
Tað verður nú søkt eftir einum aðalststjóra til nýggja stýrið. Hesin fær til uppgávu at skipa tað. Her er m.a. talan um at samskipa ymiskt inni í tí nýggja Oljumálastýrinum, sum í dag liggur aðrastaðni, td. jarðfrøði, umhvørvi ol. Løgmaður sigur, at tað, sum liggur í øllum hesum er, at oljan nú fær fyrsta prioritet.
Við hesi broyting fær landsstýrismaðurin í oljumálum nú ein aðalstjóra, sum burturav tekur sær av oljumálum. Tvs. at tað er tann umsitingarligi parturin, sum nú verður uppprioriteraður. Uppgávan og ábyrgdin hjá landsstýrismanninum verður framveg-is tann sama.
Uppá fyrispurning um nýggja aðalstýrið merkir fleiri nýggj størv og fleiri almennar útreiðslur sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður, at tað fer hetta neyvan at merkja í fyrstu syftu. Tí nógvar av uppgávunum verða longu í dag røktar av Oljumáladeildini og teimum fólkum har arbeiða. Tvs. at hesi bara koma at arbeiða undir einum øðrum karmi. Vit hava longu ein leiðara á oljumáladeildini.Hetta starvið verður uppprioriterað.
Løgmaður sigur, at tað verður í sambandi við komandi útbjóðing, at tað helst verður neyðugt at seta fleiri fólk, tí hetta er eitt bæði krevjandi og sera týðandi arbeiði. Útbjóðingin er at meta sum eitt tað fyrsta veruliga startskotið til eina komandi føroyska oljuvinnu leggur løgmaður aftrat.
Vit spurdu løgmann, hvussu hann umboðandi ein flokk, sum leggur stóran dent á ikki at hækka almennu útreiðslurnar, nú gongur undan at seta á stovn eitt nýtt aðalstýri!
Løgmaður sigur, at talan verður ikki um at seta nógv nýggj størv í hesum sambandi. -Sakin er tann, at vit prioritera oljuna, sum nú er vorðið eitt ógvuliga tungt og umráðandi øki, og at tað sum slíkt fær somu støðu og status sum onnur stýri.
Anfinn Kallsberg sigur víðari, at tað verður gjørt fyrst og fremst við tí í hyggju, at henda nýggja vinnan fær teir røttu karmar longu frá byrjan av. Tað merkir ikki neyðturviliga, at tú fær fleiri størv. Landsstýrið leggur áherðslu á, at hetta verður gjørt rætt og gott.
Í løtuni hoyra oljumálini undir Vinnumálastýrið. Hetta hevur verið galdandi, meðan oljumálini hava verið á einum meira fyrireikandi støði. -Nú meta vit, at oljan er eitt størri øki, og tá Vinnumálastýrið er eitt minni stýri, so halda vit, at vit skulu geva oljuni ta tyngd, eisini politiskt og umsitingarliga, sum hon hevur krav uppá, og serliga við atliti til tann týdning henda vinnan kann fáa fyri alt tað føroyska samfelagið. Løgmaður vísir aftur, at hetta stig er ein ?falliterklering? til Vinnumálastýrið og leiðsluna har. Hetta er bara ein heilt náttúrligur partur av einum útviklingi.
Anfinn Kallsberg, løgmaður heldur eisini, at hetta er eitt gott signal út til oljufeløgini og skal vísa, at landsstýrið prioriterar oljuna nógv. Hann leggur aftrat, at verður olja funnin, so verður eitt direktorat helst eisini sett á stovn.