Hugburðurin hevur alt at siga

Fótbóltur: Úrslitini eru vorðin støðugt betri móti Skotlandi, men fyrsta treytin fyri at fáa stig í morgin er, at hugburðurin er tann rætti

Fyrrapartin í gjár fóru Allan Simonsen og hansara menn undir felags fyrireikingarnar til stóru uppgávuna, sum stendur fyri framman í morgin, tá Skotland, sum er styrkismett í næsthægsta bólkinum í Europa, er mótstøðuliðið á Svangaskarði.

Tað er sjáldan, at allir spælararnir, sum landsliðsvenjarin hevur sent boð eftir, eru tøkir, men tað eru teir hesa ferð. Allir teir, sum venjarin vildi hava at vera saman við sær, eru á Toftum, men ein teirra fær ikki loyvi at vera við í morgin. Tað er Henning Jarnskor, sum er leikbannaður móti Skotlandi, men verður tøkur aftur móti Bosnia-Hersegovina.


Royndir menn á beinkinum

Ongantíð áður hevur føroyska landsliðið havt so nógvar altjóða royndir, sum teir hava, sum eru í landsliðshópinum hesa ferð. Julian Johnsson rundar 25 landsdystir í morgin, og átta av hinum spælarunum hava frammanundan spælt meiri enn 25 landsdystir. Teir eru Jens Martin Knudsen (45), Allan Mørkøre (40), Óli Johannesen (37), Jan Dam (36), Todi Jónsson (31), Øssur Hansen (30), Jens Kristian Hansen (27) og Henning Jarnskor (27).

Tá trýstið er so stórt, sum tað verður á føroyska liðið í morgin, hevur tað serliga stóran týdning, at teir, sum eru á vøllinum, hava nógvar royndir og megna at halda høvdið kalt, og tí er tað sjálvsagt, at tað verður roknað við, at teir omanfyri nevndu taka stóra ábyrgd.

Tá hetta er sagt, so skal verða lagt afturat, at tað er sera lítið sannlíkt, at allir teir omanfyri nevndu koma á vøllin. Sum sagt, so er Henning leikbannaður, og tað tykist vera rættuliga víst, at Jan Dam verður ikki millum teir fyrstu ellivu. Jens Martin Knudsen má ivaleyst finna seg í at sita á beinkinum, og so er spurningurin, um venjarin letur Øssur Hansen koma inn á vongverjan í vinstru, har hann ikki hevur verið í eitt ár, ella um John Hansen fær hetta plássið.

Tað vil við øðrum orðum siga, at hóast venjarin ofta undirstrikar, hvussu stóran týdning royndirnar hava, so eru tað bara tríggir av teimum átta, ið hava spælt flestu ferðirnar á landsliðnum, sum eru fullvísir í at fáa pláss millum teir fyrstu ellivu í morgin. Tað er sjáldsamt, men tað boðar samstundis frá, at tað hevur eydnast at hava nógvar av teimum eldru við í hópinum og tætt at liðnum, samstundis sum nýggir spælarar eru vorðnir stuðlar og harvið uppløgd evni at vera millum teir fyrstu ellivu. Her verður hugsað um Jákup Mikkelsen, Pól Thorsteinsson, Sámal Joensen og John Petersen.


Rætta gongdin

Føroyar hava tríggjar ferðir áður spælt undankappingardystir móti Skotlandi. Tríggir teirra, sum fara at spæla við í morgin, hava verið við allar dystirnar á tamb. Teir eru Óli Johannesen, Jens Kristian Hansen og Todi Jónsson. Henning Jarnskor er, sum sagt, leikbannaður í morgin. Hann hevur verið við hvørja ferð, men í fjør varð hann tikin út, tá tað restaðu níggju minuttir.

Tað er annars merkisvert, at Allan Mørkøre, sum burtursæð frá Jens Martini Knudsen er mest royndi landsliðsmaðurin, ongantíð hevur verið við, tá Føroyar og Skotland hava spælt.

Fyrsta ferðin, Føroyar spældu móti Skotlandi, var 12. oktober 1994 á Hampden Park í Glasgow. Talan var um annan dystin eftir at Allan Simonsen var vorðin venjari, føroyska liðið varð niðurspælt og tapti 5-1. Jan Allan Müller skoraði føroyska málið, tá eitt korter var eftir. Eingin av málskjúttunum hjá Skotlandi ta ferðina er í ferðalagnum hesa ferð.

Tá Skotland var á Svangaskarði fyri snøggum fýra árum síðani ? dysturin varð spældur mikudagin 7. juni í 1995 ? gekk tað hópin frægari hjá føroyska liðnum, sum fekk tvey mál ímóti sær eftir 25 og 29 minuttir. Serliga í 2. hálvleiki gekk væl hjá okkara monnum, men teir vóru ikki nóg avgjørdir, tá tað galt um at skora mál. Hvørgin málskjúttin hjá Skotlandi ta ferðina er við í ferðalagnum hesa ferð.

Triðja royndin móti skotum man standa klár í minninum hjá teimum fótbóltshugaðu. Føroyar taptu 2-1 í Aberdeen 14. oktober í fjør, og tað var John Petersen, sum skoraði uppá brotsspark, eftir at Todi Jónsson var feldur. Tað restaðu fimm minuttir, tá føroyingar skoraðu, og skotar, sum ikki høvdu spælt væl í 2. hálvleiki, vóru skelkaðir, og tað lætnaði týðuliga hjá teimum, tá dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð. Billy Dodds og Craig Burley skoraðu málini hjá Skotlandi, og teir eru báðir við í Føroyum.


Rætti hugburðurin

Vit kunnu staðfesta, at úrslitini eru vorðin alt betri, og so er tað kanska onkur, sum hevur hug at koma til tað úrslit, at í morgin fara føroyingar at fáa stig og kanska at vinna.

Tað er ikki púra óhugsandi, at tað skal ganga soleiðis, og skotar meta uppgávuna at vera torføra. Teir verða hjartans fegnir, um tað eydnast teimum at fara av aftur landinum við øllum stigunum, men teir vera eisini vónbrotnir, um tað ikki eydnast.

Fyrsta fyritreytin fyri einum góðum føroyskum úrsliti er rætti hugburðurin. Í dag er tað eitt ár síðani, at Føroyar spældu fyrsta dystin í hesari undankappingini. Hann var á útivølli móti Estlandi, sum vann 5-0. Niðurstøðan aftaná var, at hugburðurin hevði ikki verið tann rætti. Hetta var ein dýrur lærupengi, men úrslitini seinni á árinum vístu, at føroyska landsliðið hevði tikið við læru.

Um spælararnir og venjarin framvegis minnast til lærdómin, og um so mangir áskoðarar koma, sum tað ljóðar frá, og um áskoðararnir kenna ta ábyrgdina, sum teir eiga at gera á heimavølli, so økist sannlíkið fyri einum góðum avriki og harvið møguleikin fyri tí úrslitinum, sum so nógv droyma um, men sum í veruleikans heimi tykist vera so langt burtur. Tíðliga í annað kvøld vita vit, hvør veruleikin verður, men øll eiga at minnast til, at skal veruleikin gerast tann, sum tað verður droymt um, so er hetta fyrst og fremst treytað av hugburðinum.