Fólkaskúlin í politiskum vøddadysti

Tað vóru harmatíðindi at frætta fyrst í nítiárunum, at fólkatalið minkaði ár eftir ár. Somuleiðis var við fólkaskúlanum, skúlabarnatalið minkaði, tí fólk fluttu av landinum. Hetta fekk eisini ávirkan á skúlan, sum við færri næmingum fekk minkandi undirvísingartímatal og harvið minkandi læraratal.

Tess gleðiligari vóru tíðindini, nú tað um dagarnar frættist, at nú er av álvara vend komin í. 235 børn verða fleiri í fólkaskúlanum komandi skúlaár.


At hetta nú er ein politiskur trupulleiki skapar ikki álit á politisku leiðslu landsins. Tað skal ikki á hesum stað takast støða til, um Signar á Brúnni hevur verið ov seinur, ella um Karsten Hansen hevur drálað ov nógv, men tað tykist sera ørkymlandi, at fólkaskúlin í hesum døgum skal liggja sum kastibløka í einum politiskum vøddadysti millum læraran Signar á Brúnni í landsstýrinum og varaskúlastjóran Bjarna Djurholm í fíggjarnevndini.


Óivað rætt, at fíggjarnevndini ikki í tíð og úrtíð eigur at samtykkja eykajáttanir - tá tað so hissini passar landsstýrismonnunum. Men er tað rætt, at taka allan tann føroyska fólkaskúlan sum gísla?


Nei, tað er tað ikki. Nú vita vit, at landsstýrið hevur sett sett sær høgt mál við ríkisrættarligu viðurskiftunum - hægri mál, enn nakað landsstýrið nakrantíð hevur sett sær. Men um landsstýrið vildi víst fólki, at her vóru hugsjónir aftan fyri orðini, so átti eitt so lítið mál ikki at skapt ein so stóran trupulleika.


Landsstýrismaðurin í skúlamálum hevur nú fingið at vita, at hann má finna eykajáttanina upp á millum tvær og tríggjar milliónir aðrastaðni á sínum øki. Í sjónvarpinum boðaði hann frá, at upphæddin ikki skuldi finnast á fólkaskúlaøkinum. T. v. s. at okkurt annað av økjum hansara skal missa afturfyri, at fólkatalið í landinum nørist!


Er tað rætt, at umsitingin ikki hevur stundir at loysa dagligu trupulleikarnar, tí fólk sita í ymsum nevndum í fullveldisarbeiðinum, so verður ikki rætt atborið í landsumsitingini. Er tað eisini rætt, at Fólkaflokkurin aftur hesaferð sær eitt kærkomið høvi at klípa av fíggjarætlanini fyri fólkaskúlan, so verður heldur ikki rætt atborið.


Bróta okkara kosnu menn og kvinnur ikki upp ermar - og finna neyðugu pengarnar til fólkaskúlan - so draga teir mønutrøini undan fólkaskúlanum, sum er grundarlagið, ið eitt fólkaræðisligt vælferðarsamfelag er bygt á.