kemur Jónsvein Bech suður aftur at loysa Petur Martin Rasmussen av. Petur Martin Rasmussen leggur frá sær fyri aldur. Petur Martin Rasmussen fyllir 70 ár í september, og skal tí úr starvinum. Hann gevst [...] gevst alment tann 30. september, men fer úr starvinum um hálvan august, tá hann fer í summarfrí. Tann 1. november tekur avloysarin so við. Tað er Jónsvein Bech, sum ikki er ókendur í prestagarðinum á Tvøroyri
fram til fleiri málmøguleikar, er tað eitt stórt vónbrot at tapa dystin, eru fyrstu viðmerkingarnar frá Klæminti, sum spældi dystin á tamb í regninum á Tórsvølli í gjár. Klæmint Matras vísir eisini á, at [...] málmøguleikar. Við bert eitt sindur av hepni hevði B36 ikki tapt dystin í gjár, sum sostatt endaði 1-0 til Torpedo Kutaisi.
nýggjur stjóri í Norðurlandahúsinum í Íslandi. Gro Kraft hevur útbúgving sum cand. phil. í listasøgu frá Lærda Háskúlanum í Oslo og hevur harafturat nomið útbúgving í mentan og samskifti við Lærda Háskúlan [...] hevur virkað sum ritsjóri. Gro Kraft tekur við starvinum sum stjóri í Norðurlandahúsinum í Íslandi hin 1. januar 2003, tá starvsskeiðið hjá núverandi stjóranum, finsku Riitta Heinämaa, er úti. "Eg síggi fram
f. Jensen, úr Froðba. Hans Eli tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1967 og var lærari í Sørvági frá 1967-71, og í Tórshavnar Kommunuskúla skúlaárið 1971-72. Umframt sína læraraútbúgving hevur hann útbúgving [...] ráðgevingin í 1991 flutti á Skúlan á Trøðni, varð starvið umskipað til pedagogiskan ráðgeva. Síðan 1. februar 2001 hevur Hans Eli verið fyribilsstjóri á Sernámsdeplinum. Sernámsdepilin er stovnur undir
lindi, har altíð er tíð til eitt prát ella eina skemtisøgu. Hann hevur 50 ára starvsdag í Vágsbotni 1. august í ár. Tað er ikki bert í Vágsbotni at hann hevur lagt eitt megnaravrik eftir seg. Fyritøkan [...] Prísráðnum. Hann hevur virkað sum franskur konsul síðan fyrst í 1970-unum, og leggur hann hetta starv frá sær, nú hann fyllir sjeyti. Í Havnini rann saman millum Nannu Heinesen og Valdemar. Tey giftust 18
flokkur, ið umboðar nærum 30 % av veljaraskaranum? Eg havi tí nakrar spurningar til útvarpsstjóran: 1: Hví varð Sambandsflokkurin tilvita settur uttan fyri kjaksendingina hendan dagin? 2: Er tað fyri at [...] eina aðra áskoðan enn ávísur journalistur, ið vil halda hesa hugsan og argumentini fyri hesi burtur frá almenna kjakinum? 3: Hevur útvarpsstjórin tikið stig til, at slíkt álop á demokratiið ikki sleppur
Joensen Í Berlin hevur Gerhard Schrøder, kanslari, gjørt greitt, at hann vil hava eina formliga umbering frá Berlusconi. Hvørki meiri ella minni. Berlusconi hevur seinni sagt, at orð hansara vóru ætlað sum skemt [...] ES-ráðið, har ríkis- og stjórnarleiðararnir í limalondunum sita. Italia tók við formansskapinum í ES 1. juli, og frammanundan vóru tað mong, sum stúrdu fyri, at ES fór at koma í trupulleikar av Berlusconi
Saman við Jón, skal ein onnur TB-kempa Pól F. Joensen hjálpa elsta felagnum í landinum uppaftur í 1.deild. Jón Johannesen var saman við bróðurinum, Óla, venjari seinnu hálvu í fjør, og hann hevur játtað [...] Tvøroyri. TB vandi fyri fyrstu ferð leygardagin, og heili 25 mans møttu. Einasti útlendingur á liðnum frá í fjør verður Vladimir. Sasha er enn á Tvøroyri, men enn er óvist um hann verður at síggja á TB-liðnum
Fyrrakvøldið boðaði fregnartænastan CIA amerikansku herleiðsluni í Qatar frá, at irakski leiðarin Saddam Hussein, og synir hansara, Qusay og Uday, vóru farnir á ein fund í kjallaranum á einari matstovu [...] Hussein vóru eisini á fundinum. Herleiðslan í Qatar bar skjótt at, og 40 minuttir seinni slepti eitt B1-bumbuflogfar fýra sterkum bumbum niður yvir bygningin, sum hýsti matstovuni. Bumburnar vigaðu 900 kilo
1. Heldur tú sjálvur, at tú ert húsligur? ? Ja, tað haldi eg, at eg eri. Eg plagi at rudda og vaska upp av og á. Uppvaskið sleppur ikki at standa longi. 2. Hvørja uppvaskisápu nýta tit heima, og hvussu [...] hvussu vorðin er uppvaskibustin? ? Vit nýta hasa har frá Kemilux, Sitrónuppvask, og uppvaskibustin er hvít og grá. 3. Hvussu ofta gert tú mat um vikuna? ? Tað man vera einar tvær ferðir um vikuna. 4. Hvussu