Prestaskifti í Suðuroy

Petur Martin Rasmussen leggur frá sær fyri aldur, og Jónsvein Bech flytir aftur til Tvøroyarar í heyst

 

Prestastørv

Tvørafólk fáa nýggjan prest um allahalguna. Tá kemur Jónsvein Bech suður aftur at loysa Petur Martin Rasmussen av. Petur Martin Rasmussen leggur frá sær fyri aldur.

Petur Martin Rasmussen fyllir 70 ár í september, og skal tí úr starvinum. Hann gevst alment tann 30. september, men fer úr starvinum um hálvan august, tá hann fer í summarfrí.

Tann 1. november tekur avloysarin so við. Tað er Jónsvein Bech, sum ikki er ókendur í prestagarðinum á Tvøroyri. Har var hann prestur, áðrenn hann fór inn á Nes. Nú kemur hann so »heimaftur«.

At Jónsvein Bech ikki kemur suður fyrr enn ein mánaða eftir, at Petur Martin Rasmussen er farin, kemst av, at hann skal hava konfirmatión í Nes Prestagjaldi í oktober.

Eisini í Vági skal nýggjur prestur setast. Erland Beder, sum hevur virkað sum avloysaraprestur í Vági í umleið eitt ár, gevst allahalgunadag.

Starvið er lýst leyst, og umsóknarfreistin er úti nú um mánaðarskiftið. Enn er eingin umsókn komin, sigur Hans Jacob Joensen, biskupur. Men hann hevur tó tosað við einar tríggjar prestar, sum hava spurt seg fyri, sigur hann.

Tá Jónsvein Bech fer av Nesi, verður tað starvið eisini leyst at søkja. Enn er ikki lýst, sigur biskupur, men væntar hann, at tað verður fyrsta dagin.