Bumbaðu Saddam og synirnar

Amerikanarar vistu, hvar Saddam Hussein og synir hansara vóru. Stutt eftir raktu fýra sterkar bumbur húsini.

Fyrrakvøldið boðaði fregnartænastan CIA amerikansku herleiðsluni í Qatar frá, at irakski leiðarin Saddam Hussein, og synir hansara, Qusay og Uday, vóru farnir á ein fund í kjallaranum á einari matstovu í Monsur-býarpartinum í Bagdad. CIA visti eisini at siga, at einir 50 limir í Bath-flokkinum hjá Hussein vóru eisini á fundinum.
Herleiðslan í Qatar bar skjótt at, og 40 minuttir seinni slepti eitt B1-bumbuflogfar fýra sterkum bumbum niður yvir bygningin, sum hýsti matstovuni. Bumburnar vigaðu 900 kilo hvør, og spreingirnar vóru so ógvusligar, at bygningurin varð javnaður við jørðina.
Spurningurin í gjár var, um Saddam Hussein veruliga var í húsunum, tá bumburnar fullu. Amerikanarar søgdu seg ikki vita tað við vissu, men hinvegin vóru teir sannførdir um, at var irakski leiðarin har, tá bumburnar raktu húsini, er hann neyvan á lívi longur.
Bretska blaðið The Guardian skrivaði í gjár, at CIA visti ikki einans, at Saddam Hussein og synir hansara vóru í húsunum í Monsur-býarpartinum, men at fregnartænastan visti eisini, hvat teir og Bath-limirnir tosaðu um. CIA lurtaði eftir orðaskiftinum, og sambært The Guardian snúði fundurin seg um, hvussu tað mundi bera til at sleppa til rýmingar úr Bagdad. Hetta vildu amerikansku myndugleikarnir tó ikki vátta í gjár.