Bæði Ísrael og Iran siga seg virða vápnahvíld

Forsetin í Iran er til reiðar at "loysa trupulleikar" við USA við samráðingarborðið, skriva fjølmiðlar.

AFP/Ritzau Scanpix

Bæði Iran og Ísrael siga seg vera til reiðar at virða viðkvomu vápnahvíldina, sum byrjaði at taka skap í dag- so leingi mótparturin ikki brýtur hana.

Tað søgdu ávikavist iranski forsetin og ísraelski verjumálaráðharrin týsdagin.

- Iran fer ikki at bróta vápnahvíldina uttan so, at Ísrael ger tað, sigur Masoud Pezeshkian sambært iranska miðlinum Nournews, skrivar Reuters.

Iranski forsetin sigur seg eisini vera til reiðar "at loysa trupulleikarnar" við samráðingarborðið við USA.

Tað segði hann í samrøðu við Mohammed bin Zayed, sum er forseti í Sameindu Arabisku Emiratunum, skrivar almenna iranska tíðindastovan Irna sambært AFP.

 

/Ritzau/

 

AFP/Ritzau Scanpix