Hans Eli er 59 ára gamal og havnarmaður. Hann er sonur Edith, f. Jacobsen, úr Vestmanna, og Paula Dahl úr Havn. Hann er giftur við Birnu, f. Jensen, úr Froðba. Hans Eli tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1967 og var lærari í Sørvági frá 1967-71, og í Tórshavnar Kommunuskúla skúlaárið 1971-72.
Umframt sína læraraútbúgving hevur hann útbúgving sum tali- og hoyrilærari. Hann hevur drúgvar royndir í undirvísing og ráðgeving. Í 1984 varð hann settur sum lesiráðgevi á Landsskúlafyrisitingini, og eftir at ráðgevingin í 1991 flutti á Skúlan á Trøðni, varð starvið umskipað til pedagogiskan ráðgeva. Síðan 1. februar 2001 hevur Hans Eli verið fyribilsstjóri á Sernámsdeplinum.
Sernámsdepilin er stovnur undir Mentamálaráðnum við egnari rakstrarjáttan á fíggjarlógini. Til Sernámsdepilin hoyrir eisini Skúladeildin í Sernámsdeplinum. Í Sernámsdeplinum og Skúladeildini starvast 57 starvsfólk.
Nýggi stjórin skal vera við í tilrættaleggingini og nýskipanini av øllum tí sernámsfrøðiliga økinum. Hann skal leiða og stýra øllum tí fyrisitingarliga og námsliga virkseminum á Sernámsdeplinum, hava ábyrgdina av fakligari menning og eftirútbúgving av starvsfólkum í sernámsfrøðiliga virkseminum í undirvísingarverkinum. Saman við Mentamálaráðnum skal stjórin vera við til at gera reglur um virksemið á sernámsfrøðiliga økinum og skapa virðing fyri stovninum og umstøður hjá tí einstaka fyri medávirkan og medábyrgd.









