Jón Johannesen venja TB

Tað er enn óvist, hvat felag Óli Johannesen ætlar at umboða í ár. Hann er so byrjaður at venja við TB

TB hevur sett venjara fyri komandi kappingarár. Tað verður Jón Johannesen sum skal standa á odda fyri tvøramonnum í ár. Saman við Jón, skal ein onnur TB-kempa Pól F. Joensen hjálpa elsta felagnum í landinum uppaftur í 1.deild.

Jón Johannesen var saman við bróðurinum, Óla, venjari seinnu hálvu í fjør, og hann hevur játtað at taka enn eitt tørn í venjarastarvinum á Tvøroyri.

TB vandi fyri fyrstu ferð leygardagin, og heili 25 mans møttu. Einasti útlendingur á liðnum frá í fjør verður Vladimir. Sasha er enn á Tvøroyri, men enn er óvist um hann verður at síggja á TB-liðnum í ár. Báðir onglendingarnar eru farnir av landinum, og teir vera ikki við í ár.

Sumbingarnir Remi Thomsen og Sonni Kjærbo hava báðir valt at royna seg á Tvøroyri í ár, eftir at hava spælt við Sumba tey síðstu árini.

Landliðsleikarin, Óli Johannesen, hevur verið settur í samband við fleiri feløg, men er onki ítøkiligt komið burturúr. Hann hevur luttikið í venjingunum hjá TB higartil, men enn vita teir ikki av Tvøroyri, um ætlar at leika við TB í ár.

Mynd: TB
TB hevur sett Jón Johannesen í venjarastarvið, men enn er óvist, hvar bróðurin Óli Johannesen spælir komandi kappingarár.
Mynd:Savnsmynd