Alt er pliktir

Vit hava sett útvarpsmanninum Bjarna Mohr stevnu og spurt hann nakrar spurningar um húsarhald

1. Heldur tú sjálvur, at tú ert húsligur?
? Ja, tað haldi eg, at eg eri. Eg plagi at rudda og vaska upp av og á. Uppvaskið sleppur ikki at standa longi.

2. Hvørja uppvaskisápu nýta tit heima, og hvussu vorðin er uppvaskibustin?
? Vit nýta hasa har frá Kemilux, Sitrónuppvask, og uppvaskibustin er hvít og grá.

3. Hvussu ofta gert tú mat um vikuna?
? Tað man vera einar tvær ferðir um vikuna.

4. Hvussu longi kókar tú eplir?
? Tað er altíð 35 minuttir. Eg veit ikki, hví júst 35 minuttir, men tað fer altíð upp um hálvan tíma.

5. Og egg?
? Tað er nóg longi ? einar 12 minuttir, tí bleyttkókað skal tað ikki verða. Tað leggi eg ikki so nógv í.

6. Hvørja húsarhaldsplikt dámar tær minst at fáast við?
? Vaska wc-ið. Tað geri eg faktiskt ongantíð.

7. Og hvørja dámar tær so best?
? Eg havi ongan favoritt, tí tað er jú alt meira ella minni pliktir. Og eg gleði meg ongantíð til at gera húsarhaldspliktir. Tær skulu bara gerast.

8. Hvat borðreiðir tú við, tá tú hevur gjørt okkurt serstakliga leskiligt?
? Tá er tað ræstur hálsur og eplir, og so øl og ein snaps afturvið. Tað er altíð gott.