Nýggjur stjóri í Norðurlandahúsinum í Íslandi

Tíðindi frá Norðurlandahúsinum í Føroyum

Gro Kraft, 47 ár, úr Noregi er sett í starv sum nýggjur stjóri í Norðurlandahúsinum í Íslandi. Gro Kraft hevur útbúgving sum cand. phil. í listasøgu frá Lærda Háskúlanum í Oslo og hevur harafturat nomið útbúgving í mentan og samskifti við Lærda Háskúlan í Stockholm.
Gro Kraft er í starvi sum samskiftisleiðari á Savninum fyri Samtíðarlist í Oslo, har hon hevur havt ábyrgdina av námsfrøði og móttøku, fakligum og listarligum tiltøkum og fyri marknaðarføring og bókasølu. Gro Kraft hevur verið í trýmannaleiðsluni í norska listasavninum og hevur virkað sum ritsjóri.
Gro Kraft tekur við starvinum sum stjóri í Norðurlandahúsinum í Íslandi hin 1. januar 2003, tá starvsskeiðið hjá núverandi stjóranum, finsku Riitta Heinämaa, er úti.
"Eg síggi fram til uppgávurnar í Norðurlandahúsinum við stórari gleði og spenningi" sigur Gro Kraft í viðtali. "Eg havi verið í Íslandi fleiri ferðir, men verið altíð rúnarbundin av náttúruni, søguni og fólkinum. Tað sum tó hugtekur meg mest, er tað týðandi íkast, sum Ísland hevur latið og støðugt letur til nútímans listina og mentapallar bæði í Norðanlondum og í Evropa. Uppgávan hjá Norðurlandahúsinum er stór, bæði fyri meg sjálva og fyri samstarvið og samskiftið um landamørk í einum støðugt opnari heimi".
Nærri upplýsingar: Gro Kraft, +47 22 88 22 35, gk@mfs.museum.no