Viðurskiftini millum Týskland og Italia eru á frostmarkinum, eftir at italski forsætisráðharrin, Silvio Berlusconi, helt ein týskan lim í Evropatinginum ver egnaðan í einum leikluti sum vaktarmaður í einari nazistiskari týningarlegu
OrÐalag
Árni Joensen
Í Berlin hevur Gerhard Schrøder, kanslari, gjørt greitt, at hann vil hava eina formliga umbering frá Berlusconi. Hvørki meiri ella minni. Berlusconi hevur seinni sagt, at orð hansara vóru ætlað sum skemt, og at hann fer ikki at biðja týska tinglimin Martin Schulz um umbering. Men tað krevur Schrøder. Hann metir málið so álvarssamt, at hann boðsendi italska sendiharranum í Berlin til fundar mikudagin. Tað hevði við sær, at týski sendiharrin í Rom fekk boð um at koma á fund í uttanríkisráðnum har.
Í gjár kravdi ES-tingið eisini, at Berlusconi skal koma við einari formligari umbering. Ger hann ikki tað, er ES-tingið til reiðar at slíta alt samstarv við ES-ráðið, har ríkis- og stjórnarleiðararnir í limalondunum sita.
Italia tók við formansskapinum í ES 1. juli, og frammanundan vóru tað mong, sum stúrdu fyri, at ES fór at koma í trupulleikar av Berlusconi, sum í heimlandinum er skuldsettur fyri bæði mutur og svik. Hann hevur tó fingið tjóðartingið at samtykkja eina lóg, sum ger, at hann kann ikki dragast fyri rættin, so leingi hann er forsætisráðharri.