Í vikuni var Sosialurin eina rundferð við ferðamannabátinum Skarvi úr Sørvági, sum í summar fer at sigla við ferðafólki undir Sørvágsbjørgunum sunnantil, eins og farið verður til Mykinesar ella norður [...] norður á Víkar, um líkindini laga seg soleiðis. Størri frásøgn frá túrinum kemur í seinni blað. Tað eru Birgir Hansen og Hans Poulsen, sum eru menninir aftan fyri Blue-gate. Teir eru nýliga byrjaðir við hesum [...] riggaður um til at sigla við ferðafólki um summarið. Birgir er staðkendur allastaðni og verður hann, sum í stóran mun fer at standa fyri siglingini. Umframt siglitúrarnar fara teir eisini at skipa fyri gongutúrum
Tað sær ógvuliga gott út í gamla skúlanum, so børnini hava góðar treytir, sigur Elsa Margit Davidsen, fyristøðukvinna í nýggja barnagarðinum. Joen Pauli Frederiksen, borgarstjóri í Miðvági, sigur við Sosialin [...] rættiligur fartur yvir feltinum henda dagin, Sosialurin er á vitjan, tí Bassi úr Sparikassanum er komin forbí, og hann hevur okkurt gott at bjóða børnunum. Nógv børn eru í barnagarðinum, og fyristøðukvinnan Elsa [...] Sosialin, at gamli skúlin, sum er elsti bygdaskúli í Føroyum, hevur verið brúktur til mangt og hvat seinnu árini. - Men nú hava vit altso tikið støðu til, at hetta skuldi umbyggjast til ein ordiligan barnagarð
Sosialinum í Saltangará hevur havt sín fyrsta starvsnæming. Tað er 15 ára gamla, Beinta Anthoniussen, sum býr Undir Nesinum á Toftum. Hon er dóttir, Tóru og Eyðun Anthoniussen. Beinta gongur í Tofta skúla [...] eru 18 næmingar í flokkinum, 11 dreingir og sjey gentur. Flokslærari er Asbjørn Vang. Á Sosialinum hevur Beinta tikið sær av ymiskum. Hon hevur skrivað greinir, sum hava verið at sæð í blaðnum, og hon [...] tikið telefonina, samstundis sum hon hevur ført tekst inn á teldu. Hetta er fyrstu ferð, Beinta er í starvsvenjing. Droymir um USA Tá ið hon er liðug við 10. flokk um hálvt annað ár, hugsar hon um at gera
sínar vansar við sær, og munnu tey flestu verða samd í, at tað almenna onkursvegna má upplýsa og fyribyrgja ovurnýtslu. Ovurnýtsla er ein trupulleiki í Føroyum eins og aðrastaðni, og tí má hettar standa [...] er gott, at rúsdrekkalógin verður viðgjørd, og er tað rætt at taka hana upp, nú hon hevur verið í gildi í 10 ár. Nógv hendir uppá 10 ár, so kanska tíðin er komin til at gera hana meira tíðarhóskandi, hvat [...] varp og annað fyllir okkum við reklamum fyri bæði einum og øðrum. Tað nyttar ikki at stinga høvdið í sandin og halda, at væl stendur til, so leingi bert tey føroysku virkini, ið fáast við øl og skeinking
ringarnir liggja nú og veltast í briminum og eru farnir í knús. Reyður litur er byrjaður at síggjast í sjónum, har teir liggja, og hetta er helst blóð frá fiski, sum er farin í knús, sigur Áki Bertholdsen [...] Hjelm, sum lógu undir Skarvatanga við norðrara landið, høvdu slitið og vóru farnir at reka. Tá ið Sosialurin tosaði við Jóhan Simonsen hjá V&B um 10.30-tíðina mikumorgunin, visti hann at siga, at garnabáturin [...] undirritaði hevði frætt um, at ringarnir høvdu slitið, ringdi eg til Áka Bertholdsen á redaktiónini í Suðuroy. Tá hevði hann eisini frætt um hetta og var á veg á staðið at taka myndir. Um 11.30-tíðina frættu
Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo - Vit hava valt at gjørt okkara egnu stevnuskrá, fyri fólkið skal vita, hvat vit standa fyri, sigur Bjørk K. Olsen, forkvinna. Politikkurin er skipaður í 10 bólkar: Arbei [...] útbúgvingarpolitikkur. Politikkurin verður almannakunngjørdur í bitum fram til 5. januar 2010, og sigur millum annað: Tað er okkara hugsan, at vælferðin í samfelagnum verður skapað av privata vinnulívinum. Tí [...] karmar skulu skapast hjá íverksetarum, bæði føroyskum og útlendskum, at seta egna fyritøku á stovn í Føroyum. - Tí mælir HUXA til, at, partafelagsskatturin skal lækkast/avtakast, eingin stuðul skal gevast
ikki verið at hitt í dag. Bergur Debes Joensen vil ikki svara, tí hann sigur tað vera eitt innanhýsis mál í kirkjuni. Sverri Steinhólm vil heldur ikki svara. Derhard Olsen segði greitt í útvarpinum, at hann [...] seinast innsetti presturin alment hevur boðað frá, at hann ikki vil víga fráskild. Sosialurin hevur spurt flestu prestarnar í landinum, hvat teir siga til henda spurning. Prestarnir, sum ikki hava trupulleikar
dagførd, soleiðis, at tað ber til at síggja Tað var 18. septembur, at Sosialurin ynskti at vita, hvørjar arbeiðsuppgávurnar hjá deildunum í Uttanríkisráðnum eru. Onki svar kom, og seks dagar spurdi blaðið umaftur [...] og tá skuldi teksturin leggjast á heimasíðuna hjá ráðnum. Í gjár komu so hesir upplýsingar, so nú ber til at vita, hvør hevur ábyrgd av hvørjum í Uttanríkisráðnum. Teldur taka tíð Jørgen Niclasen, uttan [...] uttanríkisráðharri, staðfestir, at orsøkin til, at ongi almenn skjøl vóru fyri arbeiðsuppgávur í ráðnum er, at ein samanlegging var gjørd millum Samvit og Uttanríkisráðið. – Áðrenn vit løgdu saman var greitt
úr russiska havnabýnum Vladivostok og eru byrjað flutningin av tungum sergóðsi úr Busan í Suðurkorea til Rotterdam í Hollandi. Reiðarin, Niels Stolberg, staðfestir, at sjálvt um alheimsupphitingin týðiliga [...] Skipaferðsla Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Tvey ísstyrkt farmaskip nýta júst nú smoguna sum snarveg millum Suðurkorea og Holland. Tað skrivar heimasíðan hjá Ingeniøren. Týska reiðaríið Beluga úr Bremen [...] lu á teirri arktisku landnyrðingssmoguni, ið orsakað av at heimurin hitnar nú er opin fyri sigling í summarmánaðunum. Beluga hevur júst fingið loyvi frá russiskum myndugleikum at sigla leiðina, ið er fram
stjóri í FK í Hoyvík Nú pengarnir minka í virði, hevur Sosialurin kanna, hvussu handilsmaðurin Finn Nielsen frá FK upplivir heta. Hann sigur, at tey sjálvandi er varug við, at prísurin hækkar nógv í løtuni