Í vikuni var Sosialurin eina rundferð við ferðamannabátinum Skarvi úr Sørvági, sum í summar fer at sigla við ferðafólki undir Sørvágsbjørgunum sunnantil, eins og farið verður til Mykinesar ella norður á Víkar, um líkindini laga seg soleiðis. Størri frásøgn frá túrinum kemur í seinni blað.
Tað eru Birgir Hansen og Hans Poulsen, sum eru menninir aftan fyri Blue-gate. Teir eru nýliga byrjaðir við hesum virkseminum. 33 fót glastrevjabáturin Skarvur er riggaður um til at sigla við ferðafólki um summarið. Birgir er staðkendur allastaðni og verður hann, sum í stóran mun fer at standa fyri siglingini.
Umframt siglitúrarnar fara teir eisini at skipa fyri gongutúrum á landi. Til tess hava teir fingið tann við tíðini »legendariska« Høgna Nielsen at vera ferðaleiðara. Tey flestu, sum eitt nú hava verið í Gásadali við gonguliði, kenna Høgna og ivaleyst eisini fleiri av hansara góðu søgum.
Tað ber eisini til at leiga sær Skarv ein túr við tráðuni. Møguleikar fyri at fiska eru góðir á Sørvágsfirði og ytri á eisini, um tað skuldi verið, og útgerðin er umborð. Bæði tráður og snellur.
Vanligu siglitúrarnir, sum gjørdir verða, fara væntandi at liggja um hálvantriðja tíma, sigur Birgir Hansen. Ætkanin er at gera t´riggjar túrar dagliga. Farið verður klokkan 10 fyrrapart. Klokkan 14 seinnapart, og so er eisini ætlanin at gera ein kvøldtúr. Kostnaðurin verður 250,- krónur fyri hvønn luttakara.