Skipaferðsla
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Tvey ísstyrkt farmaskip nýta júst nú smoguna sum snarveg millum Suðurkorea og Holland. Tað skrivar heimasíðan hjá Ingeniøren.
Týska reiðaríið Beluga úr Bremen fær æruna av at víga eina nýggja tíð við altjóða vinnuligari skipaferðslu á teirri arktisku landnyrðingssmoguni, ið orsakað av at heimurin hitnar nú er opin fyri sigling í summarmánaðunum.
Beluga hevur júst fingið loyvi frá russiskum myndugleikum at sigla leiðina, ið er fram við longu russisku norðurstrondini. Hetta er fyrstu ferð at russiskir myndugleikar lata eitt slíkt loyvi. Higartil hava bert russiskir ísbrótarar og kavbátar havt henda møguleika. Tey bæði týsku skipini eru kortsíðan farin úr russiska havnabýnum Vladivostok og eru byrjað flutningin av tungum sergóðsi úr Busan í Suðurkorea til Rotterdam í Hollandi.
Reiðarin, Niels Stolberg, staðfestir, at sjálvt um alheimsupphitingin týðiliga hevur umfatandi neilig árin fyri klótuna, er dømið við landnyrðingssmoguni eisini eitt týðiligt jaligt árin av henni.
- Við at nýta Landnyrðingssmoguna kunnu vit fremja eina øgiliga minking í oljunýtsluni og harvið eisini spara Heimin fyri javnt stórt CO2-útlát, umframt onnur skaðilig útlát, sigur Niels Stolberg við tíðindastovuna Reuters. Hann vísir á, at snarvegurin umvegis Arktis styttir leiðina millum Asia og Evropa við 4000 sjómílum samanborið við vanligu leiðina umvegisa Suez veitina. Tann leiðin er knøpp 11.000 sjómíl úr Busan til Rotterdam.