Mikumorgunin boðaði tryggingin Vaktar-og Bjargingartænastuni frá, at seks aliringar hjá Hera Hjelm, sum lógu undir Skarvatanga við norðrara landið, høvdu slitið og vóru farnir at reka.
Tá ið Sosialurin tosaði við Jóhan Simonsen hjá V&B um 10.30-tíðina mikumorgunin, visti hann at siga, at garnabáturin, Ólavur Hvíti, royndi at halda ringunum, so teir ikki rókust fyri vág og vind. Brimil hevði tá sett kós móti Trongisvágsfirði, og Jóhan væntaði, at teir vóru frammi eftir tveimum tímum.
Men alt var ivaleyst til fánýtist.
Alt rak á land
Tá ið undirritaði hevði frætt um, at ringarnir høvdu slitið, ringdi eg til Áka Bertholdsen á redaktiónini í Suðuroy. Tá hevði hann eisini frætt um hetta og var á veg á staðið at taka myndir.
Um 11.30-tíðina frættu vit aftur frá Áka, at allir seks ringarnir vóru riknir á land á molabogan við Tjaldarvíkshólm.
Bæði Grani og Ólavur Hvíti royndu at bjarga ringunum undan at reka á land, men líkindini vóru so ring, at tað eydnaðist ikki. Teir noyddust at gevast. Hann var landnyrðingur og nógvur vindur, og hetta er ring ætt úti á Trongisvágsfirði.
- Allir seks ringarnir liggja nú og veltast í briminum og eru farnir í knús. Reyður litur er byrjaður at síggjast í sjónum, har teir liggja, og hetta er helst blóð frá fiski, sum er farin í knús, sigur Áki Bertholdsen.










