Politikkur
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
- Vit hava valt at gjørt okkara egnu stevnuskrá, fyri fólkið skal vita, hvat vit standa fyri, sigur Bjørk K. Olsen, forkvinna.
Politikkurin er skipaður í 10 bólkar: Arbeiðsmarknaðar-, vinnu-, tjóðskapar-, heilsu-, almanna-, uttanríkis-, rættar-, umhvørvis- og útbúgvingarpolitikkur.
Politikkurin verður almannakunngjørdur í bitum fram til 5. januar 2010, og sigur millum annað:
Tað er okkara hugsan, at vælferðin í samfelagnum verður skapað av privata vinnulívinum. Tí er tað sera týdningarmikið, at natúrlig amboð verða nýtt at skapa umstøðurnar hjá føroysku fyritøkunum, sigur HUXA.
- Fyri tað fyrsta, skulu fyritøkuskattir lækkast/avtakast, soleiðis at kappingarførið kann betrast. Samstundis skal allur stuðul til vinnulívið avtakast. Stuðul skapar ójavnvág á marknaðinum og gevur pørtum av honum kunstigt lív. Landið skal ikki hava nakra ávirkan á, hvørjar fyritøkur skulu virka á føroyska marknaðinum.
- Tað er okkara hugsan, at sjálvræðismentanin og íverksetaraandin er tað grundleggjandi fyri føroyska búskapin. Tað skal gerast eggjandi, og góðir karmar skulu skapast hjá íverksetarum, bæði føroyskum og útlendskum, at seta egna fyritøku á stovn í Føroyum.
- Tí mælir HUXA til, at, partafelagsskatturin skal lækkast/avtakast, eingin stuðul skal gevast privata vinnulívinum, íverksetara- og sjálvræðismentanin skal styrkjast og at alt alment vinnuvirksemi skal einskiljast.
Hartil sigur HUXA eisini, at upp- og afturlatingarlógin gongur ímóti allari sunnari fornuft og skal strikast.









