Rúsdrekka hevur sínar vansar við sær, og munnu tey flestu verða samd í, at tað almenna onkursvegna má upplýsa og fyribyrgja ovurnýtslu. Ovurnýtsla er ein trupulleiki í Føroyum eins og aðrastaðni, og tí má hettar standa ovast á breddanum, tá rúsdrekkapolitkkur verður orðaður. Rúdrekkabann nyttar so einki, tað hevur bæði føroysk søga og ikki minst amerikansk søga víst okkum. Upplýsing og frælsi undir ábyrgd má verða vegurin fram.
Tað má ongantíð verða meiningin, at endamálið við rúsdrekkalógini er gjøgnum einkarsøluna at skaffa vinning til landskassan.
Man kann spyrja, hvussu tíðarhóskandi tað er, at man ikki hevur loyvi at lýsa við eitt nú sterkum øli, tá útlendsk vikubløð, internetið, fylgisveinasjónvarp og annað fyllir okkum við reklamum fyri bæði einum og øðrum. Tað nyttar ikki at stinga høvdið í sandin og halda, at væl stendur til, so leingi bert tey føroysku virkini, ið fáast við øl og skeinking ikki sleppa at lýsa. Upplýsing, upplýsing og aftur upplýsing má verða aðalmálið fyri at fyribyrgja. Spurningurin er, hvussu langt man røkkur við sensuri.
Undir øllum umstøðum er gott, at rúsdrekkalógin verður viðgjørd, og er tað rætt at taka hana upp, nú hon hevur verið í gildi í 10 ár. Nógv hendir uppá 10 ár, so kanska tíðin er komin til at gera hana meira tíðarhóskandi, hvat tað so merkir ? nógvar meinginar eru um tað, men eitt konstruktivt kjak er altíð gott.
Sosialurin