Børnini síggja út til at vera ógvuliga vælnøgd við nýggja barnagarðin, har tey nú skulu hava sína dagligu gongd. Tað er rættiligur fartur yvir feltinum henda dagin, Sosialurin er á vitjan, tí Bassi úr Sparikassanum er komin forbí, og hann hevur okkurt gott at bjóða børnunum.
Nógv børn eru í barnagarðinum, og fyristøðukvinnan Elsa Margit Davidsen sigur, at børnini hava óføra góðar umstøður nú.
- Tað sær ógvuliga gott út í gamla skúlanum, so børnini hava góðar treytir, sigur Elsa Margit Davidsen, fyristøðukvinna í nýggja barnagarðinum.
Joen Pauli Frederiksen, borgarstjóri í Miðvági, sigur við Sosialin, at gamli skúlin, sum er elsti bygdaskúli í Føroyum, hevur verið brúktur til mangt og hvat seinnu árini.
- Men nú hava vit altso tikið støðu til, at hetta skuldi umbyggjast til ein ordiligan barnagarð, og vit byrjaðu at arbeiða við hesum fyri tveimum árum síðani, sigur Joen Pauli Frederiksen, borgarstjóri.
Jens Erik Rasmussen er eitt av arbeiðsfólkunum og hann sigur, at nýggi barnagarðurin er kærkomin fyri bygdina. Hann sigur tó, at tað er trupult at fáa pedagogar, og at tað nokk er høvuðstrupulleikin.
- Annars eru umstøðurnar av teimum allar bestu, og vit liggja beint við sandin, so stuttligt verður hjá børnunum at fara oman á sandin at spæla, sigur Jens Erik Rasmussen, sum arbeiðir á nýggja barnagarðinum, ið altso er umbygdur frá skúla til barnagarð.