Finn Nielsen í FK sigur, at tey sjálvandi er varug við, at prísurin hækkar nógv í løtuni, men hann heldur ikki, at kundarnar keypa øðrvísi inn enn áðrenn.
- Okkara kundar hava altíð verið rættiliga tilvitaðir um prísin, og vit síggja, at prísurin verður kannaður bæði gjølla og væl, sigur hann. Kortini vísir hann á, at tað saktans ber til at spara nógvan pening, um fólk keypa bíligaru vørurnar.
- Og eg kann siga fyri vissu, at dygdin er líka góð sum á merkjavørunum. Men serliga ung fólk halda, at tey fáa meira fyri pengarnar, um tey keypa merkjavørur, sigur hann, og vísir okkum millum annað á vørur til reingerð, persónliga røkt, smábørn og at baka við.
Hárspray
Stuhr 89,95
Wellaflex 9,95
X-tra 14,95
--
Barberskúm
Gilette 33,95
X-tra 14,95
--
Sjampo
Stuhr 79,95
El Vital 37,95
X-tra 12,95
--
Maskinuppvask
Neophos 30 tab. 74,95
Ängelmark 30 tab. 29,95
--
Hveitimjøl 2 kg.
Amo 21,95
X-tra 12,95