Droymir um eina ferð til USA

Seinastu tvær vikurnar hevur Beinta Anthoniussen verið í starvsvenjing á blaðskrivstovuni hjá Sosialinum í Saltangará

Ungdómur

Blaðskrivstovan hjá Sosialinum í Saltangará hevur havt sín fyrsta starvsnæming. Tað er 15 ára gamla, Beinta Anthoniussen, sum býr Undir Nesinum á Toftum. Hon er dóttir, Tóru og Eyðun Anthoniussen. Beinta gongur í Tofta skúla. Tey eru 18 næmingar í flokkinum, 11 dreingir og sjey gentur. Flokslærari er Asbjørn Vang.
Á Sosialinum hevur Beinta tikið sær av ymiskum. Hon hevur skrivað greinir, sum hava verið at sæð í blaðnum, og hon hevur eisini roynt at sitið einsamøll á skrivstovuni og tikið telefonina, samstundis sum hon hevur ført tekst inn á teldu.
Hetta er fyrstu ferð, Beinta er í starvsvenjing.

Droymir um USA

Tá ið hon er liðug við 10. flokk um hálvt annað ár, hugsar hon um at gera eina ferð saman við eini vinkonu til USA. Um nakað spyrst burtur úr hesi ferðini, tá ið tann tíðin kemur, er ov tíðliga at siga nakað um enn.
- Hetta er mín dreymur, sigur hon.
Men Beinta hugsar eisini um tær hendingar, sum vit hoyra um úr USA, har skúlanæmingar eru skotnir.
- Hetta ræðir meg eitt sindur, sigur hon.

Løgreglumaður

Spurd, hvat arbeiði, hon kundi hugsað sær, tá ið hon einaferð fer út á arbeiðsmarknaðin, sigur hon:
- Eg kundi hugsað mær at lært til løgreglumann.
Sosialurin ynskir Beintu góða eydnu og takkar fyri tíðina á skrivstovuni.