syndrað ? og kanska í grundini longu nøkur ár fyrr ? komu tjóðskaparmál aftur á skránna í Europa. Í 1998 vóru longu mong nýggj ríkir floygd, og summi endurfloygd, eitt nú bæði í Russlandi og gamla Jugoslavia [...] at nevna tveir. Í fyrsta lagi ? hví rendi Landsstýrið seg í so harða mótstøðu í Danmark? Sum heild vísir filmurin, at tað var tí Nyrup Rasmussen, tann sterki, vildi knúska hin veika. Í hesum sambandi tænir [...] søguligu gongd í sínum fjølbroytni og sínum brigdum. Myndin er í høvuðsheitum tann hjá tí meira víðgongda vonginum í tjóðveldisflokkinum. Umframt at t.d. Eidesgaard og Joensen eru vístir í kámum og keip
Margith, f.Sørensen í 1925, ættað úr Porkeri. Kirstin og Óli giftust í 1981. Síðan tá hava tey búð í góða, hugnaliga og sera gestablíða heimi sínum í Gríms Kambansgøtu í Havn. Børnini eru fýra í tali. Tey eru [...] august 1943 í Kalundborg í Norðursælandi í Danmørk, har foreldruni hjá honum búðu undir krígnum. Faðir hansara, Vilhelm, f.1915, er ættaður úr Norðragøtu, har hann hevði verið bóndi í mong ár. Í dag býr hann [...] búsetandi í Havn. Tá ið Óli skuldi byrja í fólkaskúla, flutti familjan til Føroya og búsettist í Tjørnustovu í Norðragøtu. Tíðliga vísti tað seg, at Óli hevði áhuga fyri øllum tí, sum fyrifórst í samfelagnum
reyðmaðk. - Flatmaðkurin er nógv meira útbreiddur kring landið, enn fólk vita. Fuglamaðurin sigur, at hann hevur funnið flatmaðk eitt nú í Svínoy, Hestoy og í Dali á Sandoynni, har fólk ikki vistu, at flatmaðkurin [...] nógvastaðni í Føroyum, og morsnigilin fjølgast eftir øllum at døma eisini um landið. Jens-Kjeld Jensen, fuglaútstappari í Nólsoy, sigur, at tað eru eini 5-6 ár síðan, at flatmaðkurin varð funnin í Nólsoy, [...] morsnigilin var komin í oynna. Hann heldur, at torført er at sleppa av aftur við hesar spillur, tá ið tær fyrst eru komnar til landið og eru farnar at nørast. - Nólsoyingar keypa plantur í Havn eins og onnur,
Ov nógv jantelóg í Føroyum Atli veit ikki, hvussu eftirtíðin fer at meta hetta, men hann sigur, at nú hevur hann búð í Danmark so leingi, og heldur hann, at jantelógin ger seg nógv meira galdandi í Føroyum [...] ferðina, sigur Atli, at fólk skulu hava loyvi at meina, hvat tey vilja. Men Atli sigur, at tey fólkini, sum hava tosað negativt um ferðina, eru ofta fólk í Føroyum, sum sita heima í stovuni, og sum ikki vitað [...] enn í Danmark. ? Man skal ikki halda seg vera nakað í Føroyum, sigur Atli, sum vónar, at hann kann fáa eitt vanligt og friðarligt lív heima í Føroyum. At enda spyrja vit Atla, um hann hevur nakað í hettuni
bingjuplássunum í Runavíkar kommunu um hendi síðan apríl 1995. Tey fyrru árini, meðan IRF hevði bingjuplássini, vóru trý ruskpláss í kommununi - eitt í Søldarfirði, eitt í Rytuvík og eitt í Æðuvík. Í 2001 vórðu [...] Jóanes sigur, at tíðaravmarkaða parkeringin í Runavíkar kommunu kom í gildi í desember í fjør, hóast hann sum parkeringaransari ikki varð settur fyrr enn í apríl. - Løgreglan kann sjálvsagt eisini áleggja [...] bilarnar í økinum, og tað hevur ongan týdning í mínum starvi heldur. Eg eri settur at taka mær av eini uppgávu, sum eg vil røkja eftir førimuni. Hann sigur, at serliga í byrjanini kundu fólk øsa seg um
sløk 280 fólk búgva í Nólsoy! Í øllum førum er greitt, at talið av fólki í bygdini stevnudagarnar er rættiliga stórt í mun til íbúgvaratalið annars. Vit tora at siga, at eftir fólkatalinum í Nólsoy setir [...] fyri svimjihyli í Nólsoy fund, har talt varð upp, hvussu nógv stevnan hevur givið. - Vit hildu, at stevnan gav ógvuliga nógv seinasta ár; tá var bruttotalið 280.000 krónur. Nú talt er upp í ár, er bruttotalið [...] upprunaliga einir 150 í tali. Tó skilst, at allir bátarnir endaðu ikki í Nólsoy. Men aðrir bátar enn teir, sum vóru við í regattasiglingini, komu eisini út til Nólsoyar, bæði úr Havn og av Skálafjørðinum
Borin í heim í Toftum í Fuglafirði, har mamma og pápi búðu eini tvey ár, áðrenn tey festu búgv Norðuri á Bakka. Mamma var úr Oyndarfirði - dóttir Daniel Jacob Anthoniussen, bátasmið og Lenu Anthoniussen [...] er hetta nógv, men tá ið komið er upp í vaksnamannaliðið, er javnvág komin í. Tá eru t. d. barnaárini ein felgas ogn, sum ikki er merkt av einum ávísum ársmuni. Tá ið leitað verður aftur í tíðina, er [...] til hendurnar, lærdi væl í skúlanum og ágrýtin. Mangt plaggið virkaði tú upp á mín kropp. Øll árini, meðan eg gekk í skúla í Havnini, varð mangt bakilsi sent suður og stungið í skjáttina, tá ið farið var
á lívi. Hanna giftist inn í Smillum við Joen Paula, í dagligari talu nevndur Pallin. Hetta var stutt eftir, at verfaðirin var gingin burtur við Grasinum. Har vóru nógv fólk í húsi og sjálvi fingu tey fýra [...] Hon vaks upp vesturi við Misá í Vági sum triðja av fimm systkjum. Elstur var Arni, sum búði í Vági, síðan Poulina, sum búði í Klaksvík, og tey yngru vóru Mourentza, ið búði í Vági og Birgir, sum býr á Sandi [...] fýra børn. Har afturat kom nógv fólk inn á gólvið, so mangan gekk prátið lívliga í køkinum. Gerandisdagurin var tann vanligi, har jørð var í húsinum og maðurin var sjómaður. Tá mátti konan taka sær av
nøvnunum í Danmark á pall í Føroyum. Talan er um Nik og Jay, sum í seinastuni hava hittað stórt við løgum sum »Hot« og »Elsker hende mere«, og hava tey eisini verið nógv at hoyra her heima. Elin í Stórustovu [...] atgongumerki fáast til keyps í Shellstøðunum kring landið og í Kunningarstovuni í Havn. Framførslan hjá Nik og Jay á Hálsi kemur at verða 70 minuttir til longdar uttan steðg. Og er lív í áskoðarunum, so kann tað [...] tíggjutumma seymi. Fólkini hava nógv útgerð av øllum sløgum við, og longu fríggjadagin verður lagt í vaðið, tá heitu dreingirnir skulu oman í Club 20. Leygardagin verða teir í SMS og skriva autografara og
jarnmaðurin í træbátinum, sum útlúgvaður kemur á mál við Longulinju í Keypmannahavn. - Tá ið eg varð biðin at halda hesa røðu, hugsaði eg: Hvussu kann eg loyva mær at kalla tann stóra mannin í lítla bátinum [...] vitjaði í Mykinesi. Kaj Leo segði, at tað fyrsta, hann gjørdi sum smádrongur um morgnarnar í Havn, var at fara yvir til vindeygað og hyggja út á Nólsoynna ? líka sum fyri at tryggja, at alt var í lagi. Oyggin [...] Danmarkar. - Í 1988 varð stig tikið til eina stuðulsnevnd at savna pening til svimjihylin. Í hesi fyrstu nevndini sótu Hilmar Joensen, Egon Hansen og Birgir Andreasen. Henda nevnd sat í nøkur ár, men í 1993 varð